Port Janua er býurin, har bæði vanlig og sera óvanlig fólk búgva, har púra vanligar søgur henda og eisini tær út um alt mark óvanligu. Býurin har alt ber til, tí hann bert er til í tínum og mínum hugaheimi.

Her ber til at lesa um fólkini, sum búgva her og síggja kort av býnum. Nýggj nøvn og nýggj kort av ymsum býarpørtum fara at verða løgd út av og á.

Tey støð og tey fólk, ið eru neyvast lýst, eru tey sum tú kanst lesa um í bókunum um Port Janua.