Skrivið!!!!

So at siga øll fólk, ið hava lært kynstrið at seta bókstavir saman til orð og setningar, duga at skriva okkurt áhugavert. Eg havi so enn ikki møtt einum, ið ikki dugir. Men sjálvandi hava øll ikki hug ella bindini til tað.

Men hevur tú HUG at skriva, so er onki sum forðar tær, uttan tú sjálvur, tí tað snýr seg fyrst og fremst um at læra eitt handverk. Her ber tíverri ikki, sum hjá vanligum handverkarum, at fara í meistaralæru, men tað snýr seg um sjálvlestur og hart arbeiði. Vilt tú, so kanst tú! Og tað er ikki bara hart, tað er eisini stuttligt og spennandi: Tú ert tann, ið avgerð veruleikan í tínum teksti!

Í 11 vetrar havi eg hildið skeið í Kreativari skriving á Tórshavnar Kvøldskúla. Her kanst tú lesa eitt sindur um skeiði. Kanska er tað nakað fyri teg? Tað kann kanska vera ein háttur at koma í gongd við at skriva av álvara, hvør veit?

Tú kanst eisini lesa søgur hjá Høvundaliðnum, sum eru fólk, ið hava gingið á hesum skeiði. Nýggjar søgur eru júst komnar út á síðuna!

Harafturat eru nøkur skriviráð, sum eg eri komin fram á millum ár og dag. Góð ráð, sum meistararnir innan skrivikynstur hava skrivað niður til okkara, sum fegin vilja læra.