Karavella Marionett-Teatur er eitt leikhús við 13 leikarum og einum dukkuførara. Leikhússtjóri og dukkuførari er Rakel Helmsdal, sum spælir allar leiklutir, ger dukkurnar og skrivar leikirnar.

Karavella Marionett-Teatur miðjar ímóti at seta upp í hvussu so er ein leik árliga.

Í løtuni leika tey "Revurin við silkiturriklæðinum", sum er ævintýrleikur skrivaður eftir klassiska ævintýrinum "Køtturin í stivlum" hjá Charles Perrault. Hedvig Westerlund Kapnas leikstjórnaði.

Sjálvt leikhúsið hevur Ole Jakob Nielsen smíðjað. Ljósið hevur Árni Baldvinsson gjørt og Kjartan Nolsøe Jespersen hevur syrgt fyri ljóðinum.

Á Karavella-blogginum ber til at lesa alt um, hvussu leikhúsið varð til.

Karavella Marionett-Teatur Um Karavella Fá eitt leikhús á vitjan Karavella-blogg Karavella Facebook bakgrund - hav
Tey kalla meg bara HugoHvørjum flenna likkurnar at, Hugo?Gott hugflog HugoNei! segði lítla skrímslMyrkaskrímslSøgur úr Port JanuaStór skrímsl gráta ikkiDrekar og annað valafólk