Rakel Helmsdal

Eg havi búð meginpartin av lívinum í Føroyum, og mest í Havn, sum eg inntil víðari má siga er heimsins besta stað at búgva. Her er ikki ov stórt og ikki ov lítið, her hendir alt, sum man hevur brúk fyri skal henda og so er tað eisini so heilt øgiliga pent.

Havi tó eisini búð bæði í Keypmannahavn, Rók og Leynum sum barn.

Í 5 ár búði eg eisini í Fraklandi, í Brosses, eini lítlari bygd í Bourgogne. Har er tað eg havi skrivað mínar 4 fyrstu bøkur.

búgva vit so í Havn, í mitt einum vidundarligum náttúruøki á Debesartrøð, mitt í býnum.

Her ætlið eg mær at vera búgvandi, um eg altso ikki flyti til Port Janua :)

handan Á 3B, FO-100 Tórshavn
Tey kalla meg bara HugoHvørjum flenna likkurnar at, Hugo?Gott hugflog HugoNei! segði lítla skrímslMyrkaskrímslSøgur úr Port JanuaStór skrímsl gráta ikkiDrekar og annað valafólk