Rakel Helmsdal, útbúgvin og arbeiði o.l.

Ein útbúgvingarlisti kundi sæð soleiðis út:

1985: Studentsprógv, Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Hoydalar

1985-86:  Byrja exam.art. í føroyskum á Fróðskapar-setrinum

1987-88:  Gekk á tónleika- og sjónleikalinju á Vestjyllands Højskole, Danmark

1988-93:  Nógv sjónleika- og dramatikaraskeið, m.ø. hjá Ullu Ryum

2000: Skeið í dramaturgi hjá Eyðun Johannesen og Jørgen Ljungdal

2000, 2001, 2005, 2007 og 2008: Rithøvundaskeið á Nordens Biskops-Arnö, Svøríki

Tað týdningarmesta havi eg sjálvandi goymt til seinast, og tað er mítt skrivivirksemi.

Tað er ilt at siga, nær eg byrjaði at skriva, men eg byrjaði at siga søgur, longu tá eg var heilt lítil, og tá eg lærdi at skriva, nýtti eg hvønn møguleika, eg fekk, til at skriva søgur í skúlanum, til bæði størri - og minni gleði fyri mínar lærarar.

Eg fór av álvara at hugsa um rithøvunayrkisleiðina um 1988, og í árunum frá 1989 til 1996, tá eg var meginpartin av tíðini í Brosses í Fraklandi, livdi eg so at siga burturav av at skriva og so av at vera urtagarðskvinna heima í Føroyum um sumrarnar.

Eftir at eg flutti heim aftur til Føroyar í 1996 vóru nøkur ár, har eg satt at siga ikki fekk skrivað so nógv, ella ikki so nógv, sum eg hevði hug og hugskot til, men tað brendi allatíðina inn í mær, at tað var at skriva eg burdi gera, tí tordi eg at enda at søkja um 3ára starvsløn, og var so ótrúliga heppin, at eg fekk tað :)

Í 2009 var hendan frælsistíðin tíverri av, og síðani havi eg roynt at liva av at skriva (hvat sjálvandi ikki er eydnast so væl, og av ymsum verkætlanararbeiði.

ì 2011 gjørdi eg so at enda álvara av mínum lívsddreymi: At gera mítt egna marionett-teatur og á Ólavsøku í ár vóru fyrstu sýningarnar. Les meira um Karavella Marionett-Teatur her

Av officiellari útbúgving við pappíri er tað bara studentsprógv eg havi, men eg havi gjørt eina ørgrinnu av øðrum áhugaverdum síðani. Eg havi arbeitt á bókasøvnum, skrivstovum og laboratorium og sum urtagarðskvinna og projektleiðari fyri stórum tiltøkum.

Eg havi eisini síðani 1985 gjørt nógv við sjónleik. Spælt í Grímulingum, verið við at stovna leikbólkin Caratula, spælt kabarettir á Ólavsøku (var við til tað seinastu Studentakabarettina í '86), verið við til at seta ljós til Antigone og Feit og Fregin, seyma búnar til Sanna og Gandafuglurin o.a., gingið á stútlum í Ólavsøkuleikinum í '91, leikstjórna mínum kvøldskúlanæmingum, og ymiskt annað. Tað seinasta eg havi verið við til, var at vera producari til Álvaleik í Sjónleikarhúsinum í 2003.

Harafturat havi eg fingist heilt nógv við barna- og ungdómsmentan tey seinastu árini, eri m.a. saman við Hedvig Westerlund-Kapnas ígongdsetari og projektleiðari á Ung í Føroyum , og eisini verið við Hedvig, sum er sjónleikari, á søgusigaraferðum í Føroyum og Finlandi. Eg var eisini føroyskur ritstjóri á Valhalla, alnótsblaðið hjá Norðurlandaráðnum fyri barna- og ungdómsmentan frá 2001 til 2005.

Av officiellum arbeiði havi eg eitt 1/4 starv sum grafikari á Jarðfeingi, har eg eisini í nógv ár havi arbeitt við Savnsfagnaðinum. Í 2010 var eg verkætlanarleiðari hjá Savnsfagnaðinum

Um vetrarnar undirvísi eg í kreativari skriving á kvøldskúlanum.

Eg hevð gjørt fitt av øðrum vevstjóraarbeiði. Út yvir hesa síðuna havi eg gjørt tær hjá Ung í Føroyum, Ung i Norden (tá tað var í Føroyum), MáF og gomlu síðuni hjá SINDRA.Gríma enn var til, gjørdi eg teirra heimasíðu.

Tey kalla meg bara HugoHvørjum flenna likkurnar at, Hugo?Gott hugflog HugoNei! segði lítla skrímslMyrkaskrímslSøgur úr Port JanuaStór skrímsl gráta ikkiDrekar og annað valafólk