Kreativ skriving

Lærugreinin "Creative Writing" er ein vanlig lærugrein hinumegin Atlantshavið. Her í Føroyum er fólkaskúlin farin at innføra lærugreinina "Ávegis skriving" í føroysktfrálæruna, og er hendan lærugreinin sprottin úr "Creative Writing".

Skeiði "Kreativ skriving" á kvøldskúlanum er inspirerað av tí, eg havi lisið um hesa lærugrein, og av teimum royndum, eg havi gjørt í mínum arbeiði sum rithøvundi.

Høvuðsparturin av undirvísingini er bygdur á tað, ið verður kallað "non-stop writing", "skriva uttan íhald", tað er, at tú fært eitt avmarka minuttal til at skriva eina givna uppgávu, sum.t.d. at halda fram ein ávísan setning ella skriva um eitthvørt tema, ella ein stemning, ein dreym, 5 ting á borðinum, nakað tú hoyrdi í bussinum í morgun o.s.fr..... Einasta kravið er, at tú ongantíð teir givnu minuttirnar steðgar á í skrivingini, ongar rættingar. Tað er ikki loyvi at steðga á og ivast, og tá skrivar tú ymiskt, ið tú kanska ongantíð vart komin fram á, um tú satst og loyvdi tær at ivast um hvønn setning.
Kanningar vísa, at tey, sum nýta hendan skriviháttin, skriva meiri og betri tekstir, enn tey, sum skriva á traditionellan hátt.

Vit lesa altíð skrivivenjingarnar upp fyri hvørjum øðrum, og á tann hátt síggja vit margfeldni í hugflognum. Ongin tekstur líkist, hóast uppgávan var nett tann sama. Vit inspirerast av hvørjum øðrum og skilja, at har eru ongi onnur mørk, enn tey vit sjálvi seta okkum.

Ein annar týdningarmikil táttur í skeiðnum er at gjøgnumganga og royna okkum innan ymiskar stílir, sum t.d. sjónleikaskriving, klummuskriving, krimi, horror, skemt.......

Høvuðsuppgávan hjá næmingunum gjøgnum veturin er at skriva eina lítla stuttsøgu, og felagsuppgávan hjá øllum er at skriva eina stuttsøgu saman.

Ein partur av skeiðnum, hevur onki beinleiðis samband hevur við "skriving" sum so. Tað er frásøgn. Hvørt kvøld sigur ein av luttakarunum frá onkrum. Tað kann vera eitt ævintýr, ein søgn, ein uppliving ella okkurt annað. Valið er frítt, einasta krav er at tað verður sagt frá uttan at lesa upp.

Hesar átta vetrarnar, vit hava havt skeiði, er mangt og hvat sera áhugavert komi burturúr, kanska serliga hendan røðin av stuttsøgum, ið vit nevna Høvundaliðið. Hesar søgurnar kanst tú lesa her á netinum.

Hóast vit allatíðina hava arbeitt á sama hátt, er onki skeiði tað sama. Nýggjar skrivivenjingar eru hvørja ferð og nýggj fólk leggjast afturat. Tit, ið eru við, eru eisini við til at mynda skeiðið.