Permumyndina gjørdi Marius Olsen

Hetta er ævintýrbókin hjá Elanor um Elanor.

Elanor er ein smágenta úr Port Janua, sum upplivir nógv og sum sær verðina úr einum ævintýrligum sjónarhornið.

Permumyndina og tær vøkru myndirnar inni í bókini gjørdi Edward Fuglø.

Í bókini eru 5 ævintýr:

Køksgluggin

Mamma Elanor sigur henni frá um barnið, sum ein dagin fór út á ta stóru ongina at fanga várfirvaldar, og sum upplivir nógv spennandi og vandamikið uttan at varnast tað, tí tað er ikki nógv gamalt at skilja tað......

Hurlumhey á Kanibáloynni

Elanor fortelur mammu síni, at hon varð burturførd av Fuglinum Phønix, og upplivdi ein spennandi dag á Kannibáloynni.

Loftferðin

Elanor fær ein fínan dreka í føðingardagsgávu, Tað vísir seg, at hann dugir at tosa. Ein dagin missir hon hann, men framveigs fáa tey tosa saman, so hvussu skal hon bera seg at at finna hann aftur?

Bara í skýminigni

Í húsinum og urtagarðinum har Elanor býr, liva nógv smádjór, m.a. ferføtlan Flavia og flogmúsin Draco.

Ein ræðusøga

Pápi Elanor sigur ævintýrið um ræðuna Mido og hansara longu ferð til at fáa hendur á Aisadua-gimsteininum, sum kann gera fuglaræddar ræður djarvar.