Permumyndina gjørdi Marius Olsen
1. útgáva
2. útgáva
Tey kalla meg bara Hugo

"Tey kalla meg bara Hugo" er 1. bókin um Hugo.

Hon er um 11 ára gamla Viktor Hugo Person, sum býr í Port Janua. Ein langutungan skúladag fær flokkurin hjá Hugo ein nýggjan lánslærara, Elo Skjálm nevndur. Fyri Hugo og vinir hansara er Skjálm ein gamal skitin hundur, sum eitt av rekavættunum í býnum eigur. Hugo fær láturkrampa, og lánslærarin tekur tað ógviliga illa upp.

Hesin fer at siga flokkinum eina søgu, sum kendi rithøvundin Victor Hugo hevur skrivað: Klokkarin úr Notre Dame. Og tað gongur sum E. Skjálm allarhelst hevði væntað: allur flokkurin fer at arga Hugo og kalla hann Quasimodo, eftir vanskeplaða klokkaranum.

Í 6. flokki gongur ein genta, ið øll vanliga kalla Smæra, men rætta navn hennara er Esmeralda Lukas. Esmeralda er eisini navnið á hinum høvuðspersóninum í "Klokkaranum úr Notre Dame", nevniliga sigoynagentuni Esmeraldu, sum ikki minst Quasimodo verður góður við. Elo Skjálm sigur hesa søgu fyri 6. flokki eisini, og so fer argingin av álvara í gongd. Sjálvt best vinur Hugo, Ravnur Jork og beiggi hansara Heykur, sum gongur í Smærusa flokki, eru fremstir í happingini.

Hugo og Ravnur gerast óvinir, og í allar neyðini gerast Hugo og Smæra vinir, og koma ótilvitað at gera nakað sum í vaksnamannaeygum verður roknað sum herverk. Fyri at hevna seg koyra tey skuldina yvir á Ravn og Heyk, og her kundi alt enda rættiliga galið, um ikki áðurnevna rekavætti av tilvild varð vavdur upp í søguna.

"Tey kalla meg bara Hugo" er ein barnabók, fyri børn og barnligar sálir frá 9 til 99.

Permumyndinar á báðum útgávum gjørdi Philippe Carré.

Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 1995.

Annað um "Tey kalla meg bara Hugo"

1993: Eg fari undir at skriva bókina. Upprunahugskotið er sera gamalt, komst av einum løgnum navnið eg hoyrdi. Ein smádrongur, sum spældi við míni smáu systkinabørn æt Viktor Hugo til fornavn. Eg man helst hava verið tannáringur tá, og stutt síðani hava lisið "Klokkarin úr Notre Dame" eftir Victor Hugo, tí hetta festi seg í minni mítt.

1995: 1. útgáva. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út.

1996: "Tey kalla meg bara Hugo" verður í november 1996 heiðra við Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs.

2003: 2. útgáva. Eftir at hava verið uppseld í fleiri ár, er "Tey kalla meg bara Hugo" uppafturprentað í eitt sindur broyttum líki. Bókin hevur fingið nýggja vakra permumynd, eisini eftir Philippe Carré, og ymsar rættingar eru farnar fram, - nakrar heilt fáar broytingar í tekstinum og fleiri stavivillur eru útruddarar.

Dei kallar meg berre Hugo2009: Hugo tosar norskt! 1. Hugobókin er nú komin út á norskum!!! Kapabel Forlag við Otto Ersland hevur givið út. Lars Moa umsetti.

2011: Tey kalla meg bara Hugo er komin sum ljóðbók.