Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?

Permumyndina gjørdi Marius Olsen

"Hvørjum flenna likkurar at, Hugo?" er onnur bókin um Hugo og vinfólk hansara úr Port Janua.

Foreldrini hjá Hugo keypa nýggj hús, í Merian Seraphiaskákinum í gamla býarpartinum í Port Janua. Hugo er alt annað enn fegin um at flyta, men tá foreldrini eisini finna uppá, at hann skal skift skúla, tá verður ovboðið. Hann fer í verkfall.

 Men hetta er ikki tað einasta sum hendur hetta summarið. Paul Bonaventura, rekavætti, ið eisini er nevndur Lasafarið, pápabeiggi Ravn og Heyk og sum er ein av bestu vinunum hjá børnunum, missir sín gamla hund Skjálm, og gerst ógvuliga hugtungur.

Fyri at hjálpa honum avgerða Hugo, Ravnur og floksfelagið teirra Tóa Anatol at finna honum eitt arbeiðið. Tað finna tey eisini, men alt gongur ikki heilt sum ætlað.

Í hesi søguni er summarfrí og í Merian Seraphiaskákinum ber til at liggja í tjaldi, og har búgva eisini fleiri serskøltar, ikki minst tann 80 ára gamla Marsanna Sjómosi, sum hevur tann óvana at stinga nøsina í absolut alt. 

"Hvørjum flenna likkurar at, Hugo?" er ein søga, fyri børn og barnligar sálir frá 9 til 99.

Permumyndina gjørdi Philippe Carré.

Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 1997.

Annað um "Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?"

1995: Hendan søgan kom mestsum av sær sjálvandi, tá fyrra bókin var liðugt skrivað. Har vóru fólk og støð sum vildu sleppa uppí part og hava sína egnu søgu, serliga rekavætti Paol Bonaventura.