"Kom yvirum, Hugo!" er ein søga, fyri børn og barnligar sálir frá 9 til 99.

Permumyndina gjørdi Philippe Carré.

Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 2003.

Annað um "Kom yvirum, Hugo!"

2002: Hendan søgan er bygd yvir stuttsøgu hjá kenda rithøvundanum Stefan Zweig, "Uventet bekendtskab med et håndværk", sum eg altíð havi verið sera hugtikin av. Søgan er um ein, ið gjøgnum ein heilan dag eygleiðir ein lummatjóv í gøtunum í París.

Kom yvirum, Hugo!

Permumyndina gjørdi Marius Olsen

"Kom yvirum, Hugo" er triðja søgan um Hugo og hini úr Port Janua.

Hugo er so smátt farin at kenna seg heima í teimum nýggju húsunum, sum foreldrini hava keypt í Gamla Býi í Port Janua. Enn er hann tó keddur um, at hann nú býr so langt frá besta vini sínum, Ravni. Men alt broytist, tá ein brúgv verður bygd um fjørðin, sum bindur býarpartarnar saman.

Hátíðardagin, tá ið brúgvin verður tikin í nýtslu, hava Ravnur og Hugo avrátt, at teir skulu verða fyrstir at hittast á miðjari brúgv. Tað ber tí ikki til, tí Hugo sleppur ikki gjøgnum mannamúgvuna við súkkluni. Hann verður noyddur at bíðja og tá verður hann vitni til eina løgna hending.

Hendan hendingin og aðrar, ið komast av henni, laga tað soleiðis at Hugo fær ein nýggjan vinmann, ið dugir í so væl at snúgva sær kring lógarinnar mark. Fløkta lívið hjá tí forsømda Stefani skapar trupulleikar, ið Hugo ikki hevur vitað um fyrr, og dreingirnir verða drignir upp í gamlar loynidómar, meðan teir royna at fáa rættlag á aftur.