Nei! segði lítla skrímsl var tann bókin, vit byrjaðu á skeiðnum í 2001. Vit høvdu tá gjørt hálva bókina. Tað tók okkum líka fram til 2004 at fáa bókina útgivna, tí tað var ikki so lætt at finna ein arbeiðshátt, sum gjørdi tað møguligt at arbeiða saman, hóast vit búðu í trimum ymiskum londum. Tað tekur eisini tíð at gera eina bók á fleiri málum í senn og arbeiða saman við trimum forløgum samstundis.

Men bókin varð ein sólskinnsøga frá 1. degi, tí hon hevur fingið góð ummæli í øllum londum.

Søgan er um lítla skrímsl sum má læra seg at siga NEI, tá hann ikki tímir, at Stóra Skrímsl altíð skal ráða fyri, tá teir spæla.

Les ummæli av Nei!