30. Salon du Livres sett

Ein troyttur, men væl undirhildin høvundur er nú aftur á sínum fína hotelli og Salon du Livres er væl sett.

Um 5 tíðina var eg saman við grønlendska høvundanum Kristian Olsen aaju og danska Jakob Martin Strid (hann sum hevur skrivað “Lítli froskur”) sett í ein hýruvogn saman við nøkrum av teimum frá Kunststyrelsen, sum eru við til at skipað fyri hesum stóra tiltakinum.
Tað kendist sum at verða komin út aftur á flogvøllin, so stórt var tað at koma inn í høllina við “Porte de Versaille”. Vit høvdu ikki gingið meira enn 2 minuttir, so høvdu vit mist tvey av bólkinum burtur. Men vit komu kortini heil fram til norðurlendska básin.

Tað at eitt sindur løgið at ganga runt har og hyggja at fólki, tí har vóru heilt fitt av andlitum, sum tyktust kend, men sum eg ikki tordi at heilsa uppá, tí kanska kendi eg tey ella kanska vóru tey bara kend?
Nakrar høvundar kendi eg kortini, havi hitt tey á høvundaskeiðum á Birkops Arno, t.d. Anne Swärd og Monika Fagerholm. Eini 3-4 onnur fólk hevði eg eisini hitt áður. Verðin er ikki so øgiliga stór kortini.

Franski mentamálaráðharrin Frédéric Mitterrand skuldi koma og seta stevnuna kl. hálvgun átta, og eisini vitja í norðurlendska básinum, men fólk bíðjaðu og bíðjaðu, fingu sær pinnamatar og vín og juice, men ongin mentamálaráðharri kom.
Tá næstan ein tími var gingin, kom hann endiliga, fylgdur av einum heri av foto- og filmstólum. Eg hevði eisni mítt á lofti.

Her stendur hann frammafyri øllum nøvnunum á norðurlendsku høvundunum og lurtar eftir einari rættiliga langari røðu, hjá einum finna, eg ikki fekk navnið við á.
Eitt av teimum ordiliga stuttligu tingunum var kortini hetta:

Nú eru nevniliga 4 skrímlsabøkur á fronskum!!

Men tykkara útsendi høvundur kom í so tíðliga upp í morgun, so eftir málaráðharrarøðuna, fann hon eina metro heim á Hotel Bedford, 17, Rue de l’Arcade.

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *