4. dagur á Suðuroyarturné: tvær sýningar í Mýrifípuni

Fjórði og seinasti dagur í Suðri var sera hektiskur. Kl. 8 var eg klár at seta upp í barnagarðinum Mýrifípuni. Fyrsta sýning var kl. 10 og næsta kl. 13. Børnini komu úr Mýrisnípuni, úr útibarnagarði og úr dagrøktini í Sumba, so suðuroyarbørn høvdu ferðast langt at koma at hyggja at Veiða vind.

20140227_0718

Meðan eg setti upp, kom hesin upp á pallin. Eg noyddist at biðja hann fara heim at venja meir. Kanska eg kann skriva ein leiklut inn til hann til næsta leik…..

Uppseting í barnagarðinum Mýrifípan

Karavella Marionett-Teatur í Mýrifípuni

Frá Mýrifípuni skrivaðu tey í gjár til mín:

 

“Tað er altíð áhugavert hjá børnum og okkum gomlu at síggja leikir. Eg haldi, at tey sótu merkiliga still, so tað hevur fangað tey, deiligt. Góða eyðnu í arbeiðnum hjá tær.”

Tá sýningarnar vóru av og leikhúsið niðurpakkað í leikhúsbilin, fór eg eitt rend inn í Pakkhús 4 at siga farvæl. Har stákaðust tey til føstulávint:

Í Pakkhús 4 gera tey klárt til føstulávint.

Tunnan skal málast

Anna hjálpir gentunum at gera gipsgasumaskur.

Kl. 15.30 var Karavella Marionett-Teatur aftur umborð á Smyrli á veg norðureftir.

Takk fyri Suðuroy! Eg komi fegin aftur 🙂

Her kanst tú lesa um hinar dagarnar á turnéeini:

1. dagur: tvær sýningar í Pakkhúsinum,

2. dagur: ein sýning og tvey skriviskeið

3. dagur: tvey skriviskeið

 

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

2 Responses to 4. dagur á Suðuroyarturné: tvær sýningar í Mýrifípuni

  1. Pingback: 1. dagur á hendingaríkari Suðuroyarturné - Rakel Helmsdal

  2. Pingback: 2. dagur á Suðuroyarturné: leikur og skriving í Hvalba - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published.