Børn og foreldur í Nólsoy gera dukkuleik / Children and parents make puppet theatre in Nólsoy

Seint í september hevði Nólsoyar skúli leygardagsskúla. Hetta er ein dagur, har skúlabørnini hava foreldrini við í skúla og gera ymiskt skapandi saman. Hendan 29. september var dukkuleikverkstova á skránni. Tey høvdu biðið undirritaðu um at koma og leggja lag á. Húskini arbeiddu saman um hvør sítt ævintýr og burturúr… les meira….

Grafisk sniðgáva / Graphic Design

Eg havi leingi fingist við grafiska sniðgeving. Eg taki mær av mínum egna PR-arbeiði og geri plakatir o.l. til Karavella Marionett-Teatur. Eg umsiti mína heimasíðu og tær hjá Ung í Føroyum og Listaskúla Føroya Millum ár og dag havi eg sniðgivið nógv ymiskt, m.a. hetta: I have for worked a… les meira….

Bókamyndir/ Illustrations

Tá eg skrivi, síggi eg fyri mær tað eg sigi frá um, eg havi myndirnar í høvdinum, men hóast eg lærdi at skriva og mangt annað í skúlanum, lærdu tey okkum ongantíð at tekna. Tí havi eg altíð verið noydd at biðja onnur at gera tær myndirnar, sum eg vil… les meira….

3D myndir / 3D art

Fyri jól í 2014 fór eg at gera 3víddar myndir, sum eg kalli Dreymrúm ella Tableux vivants, smáir heldur surealistiskir pallar, har áskoðarin sjálvur kann ímynda sær, hvør søgan er. Á Ólavsøkuframsýningunum í 2015 og 2018 eru myndir hjá mær sloppnar gjøgnum nálareygað og í apríl 2016 hevði eg framsýning í… les meira….

Vakur filmur um pápa mín / A beautyful film about my father

Í dag gav felagsskapurin Green Renaissance út ein vakran lítlan heimildarfilm um pápa mín. Green Renaissance er ein almannagagnligur felagsskapur, sum ger heimildarfilmar um fólk kring allan heim. Felags fyri fólkini, tey velja, er, at hetta eru eldhugaði menniskju, sum hava nakað at siga á onkran hátt. Hetta er filmurin um Ole… les meira….

Føroysk høvundavitjan í Letlandi / Faroese Author visits Latvia

Frá vøkru mølheyggunum í Nida fóru vit beina leið til Liepāja í Letlandi. Her fylgir fotofrásøgn frá døgunum í Letlandi. From the beautiful dunes of Nida we traveled directly to Liepāja in Latvia. Here follows some photo reportages of the days in Latvia.

Ein føroyskur høvundur vitjar Litava / A Faroese Author visits Lithuania

Í november í fjør (2017) var eg so heppin at vera boðin á høvundavitjan í Estlandi. Upplivingin var ógloymandi. Bara nakrar krákumánaðir seinni var eg boðin at vitja hini bæði baltalondini. 3. oktober kom eg til Litava. Verkætlanin sum eg var boðin inn gjøgnum eitur Nordic Authors Crossing Borders og er… les meira….

Letland 7. dagur – Riga / Latvia 7th Day – Riga

So nærkast ferðin sínum enda. Fyrrapartin vóru vit fyrst á einum skúla, har vit høvdu skrímslaverkstovu við 28 børnum í senn. Tað gekk væl, hóast stóru mongdina av børnum. Seinna vitjanin var á einum stórum skúla, har vit vitjaðu tey í studensaskúlaaldri, sum høvdu norskt og dansk sum vallærugrein. Her… les meira….

Letland 6. dagur – skrímslaverkstovur / Latvia 6th Day – Monster workshops

So var arbeiðsdagur aftur og saman við Ievu og Sanitu vitjaði eg tvey bókasøvn, har tveir bólkar av børnum vóru komin at hava skrímslaverkstovur. Tað gekk frálíka væl, børnini arbeiddu hugagóð. Nógv áhugaverd skrímsl vóru skapað og tey fingu tey ráðini at fara aftur í skúlan og gera leikir við… les meira….