Ung í Føroym

Hesa seinastu tíðina hevur ikki nógv nýtt verið at sæð á hesi heimasíðuni. Orsøkin kann sigast í trimum orðum: Ung í Føroyum. Undirritaða er verkætlanarleiðari á stevnuni og eg taki mær m.a. av PR, heimasíðu og skráseting v.m. Hetta hevur so at siga tikið alla mína tíð seinastu tveir mánaðirnar,… les meira….

Eg spæli mær við spælidósir

This gallery contains 6 photos.

Tað er stuttligt at byggja smáar verðir, líkasum tey Tableaux vivant, eg havi gjørt. Nakað síðani fekk eg eitt nýtt hugskot: at byggja spælidósir. Eg havi nú gjørt tríggjar, men hinar báðar havi eg ikki avmynda nóg væl enn, so tær sleppa tit ikki at síggja (enn). Her er spælidósin… les meira….

Sig søgur, so vit minnast tær

This gallery contains 23 photos.

Leygardagin 21. mars hevði eg eina sera áhugaverda arbeiðsuppgávu. Eg var biðin at gera eitt skeið fyri starvsfólk á einum barnagarði, ið fegin vildu gerast betur til at siga søgur. Alla vikuna upp undir sólarmyrkingina sat eg við nervum og fyrireikaði skeiði. Hetta er ikki nakað eg beinleiðis hevði gjørt fyrr, ikki… les meira….

Dreymrúm – Tableaux vivant

This gallery contains 8 photos.

Tableaux vivant er eitt slag av performance list, sum serliga nýtt í 1800-talinum, fram til livandi myndir á filmi gjørdust vanligar. Tableaux vivant hava sín uppruna í miðøld, har tað ofta vóru átrúnarligar pallsetingar. Undir framførsluni av einum tableau vivant skuldu luttakararnir ímynda persónar úr bókmentum, myndlist, søgu ella gerandislívi. Tá tjaldið… les meira….

134 søgur komnar inn til 650 orð

Í gjár vóru aftur 650 orð í Góðan morgun Føroyar. Hetta var 11 sending og higartil eru 134 søgur komnar inn tilsaman til allar sendingarnar. Hesaferð vóru tær 11, sum vóru um evnið Vetur. Ein søga um vetur, men við einum twisti. Søgan eg valdi at lesa upp, Jólagesturin eftir Káru Løkin,… les meira….

Dragukistan – 650 orð

Hósdagin 27. november vóru tey 10. 650 orðini í Góðan morgun Føroyar. Evni hesaferð vóru 3 orð at kveikja sær hugin: Regn, kista og egg. Bergljót Debes Hentze valdi orðið regn, tá eg spurdi hana, meðan vit vóru “in the air” (tað regnaði ikki tann morgunin), og eg hevði hini við… les meira….

Tór – 650 orð

Hósmorgunin 20. november var søgan “Tór” vald at verða lisin upp í teimum 650 orðunum í Góðan morgun Føroyar. Bara tríggjar søgur komu inn hesaferð, so kanska evnið var eitt sindur ov umfatandi. Heiti á uppgávuni var “Eftir ervið”. Fimm fólk sita eftir ervið og bíðja hjá sakførara, eftir at testamentið… les meira….

Brúgvin – 650 orð

Her er so søgan, sum eg valdi hesaferð. 13 søgur komu inn, fleiri vóru áhugaverdar og væl skrivaðar, men hendan hjá Riu Tórgarð, Brúgvin, var tann áhugaverdasta, mest óvantaða. Her kanst tú hoyra samrøðuna í Góðan morgun Føroyar í morgun. Geri so væl, her er hon: Brúgvin eftir Riu Torgarð… les meira….