Leita / Search
-
Nýggjastu greinarnar / Recent Post
Evni / Categories
Goymsla / Arcive
Category Archives: Ævintýr / Fairy-tales
Drekar og annað valafólk

Hetta er ævintýrbókin hjá Elanor um Elanor. Elanor er ein smágenta úr Port Janua, sum upplivir nógv og sum sær verðina úr einum ævintýrligum sjónarhornið. Permumyndina og tær vøkru myndirnar inni í bókini gjørdi Edward Fuglø. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 1998. Í bókini eru 5 ævintýr: Køksgluggin Mamma Elanor… les meira….
Veturin hjá Undu – Úr Mosakulluni 2

Veturin hjá Undu er onnur bókin um sniffilin Nóa og vinir hansara Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Og tað er ikki bara kuldan, hann skal… les meira….
Várferðin til Brúnna – Úr Mosakulluni 1

Fyrsta søgan um sniffilin Nóa og vinir hansara. Sniffilin Nói, eitt heilt lítið smádýr, við rundum kroppi og smáum beinum, finnur eitt grátandi risaskrímsl úti í skóginum. Tí noyðist heimkæri Nói við vinum sínum út á eina langa ferð at loysa gátuna um skrímslið, og lítli sniffilin noyðist at vera… les meira….
Veiða vind í marionettleikhúsinum
Leikarar: Arnadrotningin Summar 2. partur
Listabloggurin skrivar um Veiða vind

Hetta stendur at lesa á LISTIN Thursday, April 4, 2013 Veiða vind í Reykjavík 11. mai verður Veiða vind, tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk, framførd í Hørpu í Reykjavík av íslendska symfoniorkestrinum við íslendskum upplesara og um somu tíð kemur bókin, við myndir eftir Janus á Húsagarði, á íslendskum! Ein… les meira….
Leikarar: Stóribeiggi

Stóribeiggin skal nú upp í leikhópin. Her er Gwenaël, tann upprunaligi stóribeiggin, sum i veruleikanum slett ikki læs uppá kvæðaørindi, men í staðin fór út at veiða vind við lítlabeiggja. Soleiðis teknar Janus hann. Hansara marionett-alter ego Liðugt modelleraður og settur saman, men enn ikki málaður Við nýbundnari troyggju Cowboybuksur… les meira….
3. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

Nú er alt ov long tíð gingin síðani Karavella-bloggurin er uppdateraður og tað er líkasum ikki, tí at onki er hent, tvørturímóti……. Í januar spældu skrímslini og eg eina ørgrynnu av sýningum (einar 20, haldi eg) undir Bryggjubakka, og tá vóru vit eisini rýmiliga troytt av at spæla og leikhússtjórin… les meira….
Skrímslini undir Bryggjubakka

Beint fyri 1. desember var leikhúsið sett upp í “Yvirhúsinum”, ella tað noyðist man væl at kalla eitt hølið, sum liggur yvir Undirhúsinum, ella hvat? 🙂 Undir Bryggjubakka 3 er stóra gula húsið hjá Poul Hansen, sum er partur av Bryggjubakkahúsunum, okkara lokala “Bryggen”. Undir Bryggjubakka var á jólum, ella… les meira….