Skrímslini í Sjónleikarhúsinum

  Nú byrja almennu sýningarnar av “Skrímslunum”. Fyrsta sýningin verður mikudagin kl. 15 í Sjónleikarhúsinum, í Snikkarastovu, høli hjá Barnasjónleikaskúlanum í kjallaranum í Sjónleikarhúsinum. Longu tveir tímar seinni er næsta sýning. Sýningarskráin er soleiðis: Mikudag 25. juli kl. 15 og kl. 17 Hósdag 26. juli kl. 15 og kl. 17 Fríggjadag 26. juli kl.… les meira….

Tvey ummælið av “Revinum” á Facebook!

Í dag skrivar Steinvør Fonn hetta lítla ummælið á Facebook. Her á Karavella Marionett-Teatri eru vit øll so fegin, at vit mugu seta tað á bloggin beinanvegin! Vit takka so ♥ liga fyri!   Steinvør Fonn “Esbern Hansen, Rasmus, Beinta Vang, Durita og Leivur og eg vóru til dukkusjónleikin: “Revurin við… les meira….

Seinastu sýningarnar av Revinum verða helst í mars

Nú eru sjey mánaðir síðani Revurin við silkiturriklæðinum hevði frumframførslu á Ólavsøku, og tíðin nærkast, tá vit fara undir næsta leik. Hendan mánaðin vóna vit, at øll sum fegin vilja hava okkum at spæla leikin, bíleggja eina sýning, tí helst spæla vit ikki longur enn mánaðin út. Til ber enn… les meira….

Allur leikhópurin sjúkur!

Ikki so skjótt hava tey tosað um vetrarkrím í Kringvarpinum, so liggur allur leikhópurin í Karavella Marionett-Teatri sum slaktaður. Vit fingu júst tíð at seta alt upp uppi í Hoydølum og so var galið. Vit hava fepur, ringa høvðupínu og røddin er ikki meira enn ein teskan. Har er onki… les meira….

Ummælið í Kringvarpinum av Veiða vind – 27. mai 11

Tann 27. mai, nakað eftir frumframførsluna av verkinum Veiða vind í Norðurlandahúsinum, var ummælið í sendingini Kvørnin, sum ummælir tónleik í útvarpinum. HER ber til at hoyra sendingina. Ummælið av Veiða vind byrjar beint fyri 18. minutt.