Hun, som rodde mot regnbuen – norsk útgáva / She Rowed After the Rainbow – in Norwegian

Beint fyri árslok kom “Hon, sum róði eftir ælaboganum”, skaldsøga hjá Rakel Helmsdal, út á norskum á forlagnum Orkana. Á norskum eitur bókin “Hun som rodde efter regnbuen” og tað er Anne-Kari Skarðhamar sum umsetti til norskt bokmål. Hetta er onnur bókin hjá Rakel, sum er umsett til norskt, tann… les meira….

Veiða vind í London / Catch the Wind in London

Tann 27. januar er ein stórhending fyri føroyskan klassiskan tónleik og fyri føroyskar bókmentir: Tónleikaævintýrið Veiða vind eftir Kára Bæk (tónleikur), Rakel Helmsdal (søga) og Janus á Húsagarði (myndir) verður framført í The Barbican Hall í London og tey, sum framføra, eru ongi minni enn London Symphony Orcestra! At fáa… les meira….

Bókamyndir/ Illustrations

Tá eg skrivi, síggi eg fyri mær tað eg sigi frá um, eg havi myndirnar í høvdinum, men hóast eg lærdi at skriva og mangt annað í skúlanum, lærdu tey okkum ongantíð at tekna. Tí havi eg altíð verið noydd at biðja onnur at gera tær myndirnar, sum eg vil… les meira….

Føroysk høvundavitjan í Letlandi / Faroese Author visits Latvia

Frá vøkru mølheyggunum í Nida fóru vit beina leið til Liepāja í Letlandi. Her fylgir fotofrásøgn frá døgunum í Letlandi. From the beautiful dunes of Nida we traveled directly to Liepāja in Latvia. Here follows some photo reportages of the days in Latvia.

Hendingarríku løturnar hjá Milju Aura/Milja Auras Eventful Moments

Tann 19. september kom stuttsøgusavnið Miljuløtur út alment. Hetta hendi á hugnaligari bókaløtu á Sunda Bókasavni í samband við Mentanarviku í Sunda kommunu.             Nógv børn vóru komin at lurtað, tá høvundurin læs upp úr løtunum hjá Milju Aura.  Forlagið sigur um bókina: “Bókin er… les meira….

Neyðars skrímsl vunnið heiður í Íslandi

Í gjárskvøldið var almannakunngjørt, at Neyðars skrímsl (á íslendskum: Skrímsli í vanda) vann íslendsku barnabókaheiðurslønina í ár! Undirritaða hevði tíverri ikki møguleika at vera á staðnum til hátíðarhaldið, men hinir báðir høvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, høvundur og teknari og Kalle Güettler, høvundur, vóru á staðnum. Sjálvandi harmiligt at missa møguleikan fyri… les meira….

Myndabók, myndprýdd stuttsøga og yrking – útgávurnar í 2017

Tríggar útgávur varð tað til í 2017, allar komu seint á árinum. Tann stórsta av teimum var myndabókin Neyðars skrímsl, tann 9. skrímslabókin. Sum hinar Skrímslabøkurnar er hon eitt óvanligt samstarv millum tríggjar høvundar út trimum londum, Áslaug Jónsdóttir úr Íslandi, sum afturat at vera høvundur eisini ger flottu, úttrykksfullu… les meira….

Skrímslalív á ferð

Á Ólavsøku hevði Karavella Marionett-Teatur 7 sýningar av Skrímslalív á Tjóðpallinum. Væl varð vitjað og tær báðar seinastu sýningarnar vóru meir enn útseldar.   Í heyst fer Skrímslalív á ferð og til ber hjá skúlum, barnagørðum og øðrum stovnum ella fyritøkum at bíleggja sýningar. Karavella Marionett-Teatur kemur út til tykkara… les meira….

Bókin er pallurin – Ummæli av Skrímslalív eftir Laufey Brynhildardóttir

(Ummælið eftir Laufey Brynhildardóttir á Facebook tann 1. mai 17) Bókin er pallurin Var so heppin at síggja leikin Skrímslalív í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum. Talan er um ein sonevndan “pop-up” leik, og er tað nakað sum frøðir meg, so er tað pappír og pop-up. Vit kenna øll til lukku-kortini, sum… les meira….