Ummælið í Kringvarpinum av Veiða vind – 27. mai 11

Tann 27. mai, nakað eftir frumframførsluna av verkinum Veiða vind í Norðurlandahúsinum, var ummælið í sendingini Kvørnin, sum ummælir tónleik í útvarpinum. HER ber til at hoyra sendingina. Ummælið av Veiða vind byrjar beint fyri 18. minutt.

Salon du Livres, París – Tykkara "udsendte medarbejder" komin á staðið!

So kom eg fram, hóast illveðri forðaði mær at sleppa avstað í gjár.Fekk eitt kvøld heima eyka, men kendist løgið, ein lænt løta. Eg var farin, men onganvegin komin kortini. Børnini vóru fegin.So í morgun klokkan ósømuliga tíðliga (4.40) fór eg úr Havn og nú klokkan 16 siti eg á… les meira….

Árligi Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum

Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum Sunnudagin 15. november kl. 15 verður hol sett á árliga bókadagin hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum. Á skránni verður stórur partur av at nýggju føroysku bókmentunum, sum eru komnar og fara at koma í ár. Tiltakið er sera fjølbroytt: Súni Merkistein fer at hava pallviðtalur um… les meira….