Bókajólagávuhugskot 2022

Nú hava vit 13. desember og eg ivist ikki í, at fleiri ganga og klóra sær í nakkanum og vita ikki, hvørja gávu tey skulu geva sínum kæru. Her eru nøkur hugskot til gávur, sum fara at geva nógvar tímar av undirhaldi og um tit njóta tær saman, eisini nógvar… les meira….

Hvar eru Sunny og Súni? – Where are Sunny and Súni?

10. desember var hendan søgan at lesa í Mín jólabók 2022: Hvar er Sunny Súni? er ein søga um vinarlag millum ymsar aldrar og um minnissvik (demens). Hon fyrigongur í ellisheiminum Í Skýmingini, sum eg havi skrivað fleiri søgur um, onkur útgivin, fleiri fara at koma. Myndirnar eru eisini mína,… les meira….

Tvær ekfrasur / Two Ekphrasis

Varðin er komin og í honum eru tveir nýggjir tekstir hjá mær, yrkingin Út hinumegin og stuttsøgan Havsbrúgvin. Báðir tekstirnir eru skrivaðir eftir visuellum listaverkum, eg havi gjørt seinasta hálva árið, tí ber kanska til at kalla tekstirnar ekfrasur. Stuttsøgan Havsbrúgvin er um dreymskipið Havsbúgvan, sum eg gjørdi til Várframsýningina… les meira….

Bókamyndir/ Illustrations

Tá eg skrivi, síggi eg fyri mær tað eg sigi frá um, eg havi myndirnar í høvdinum, men hóast eg lærdi at skriva og mangt annað í skúlanum, lærdu tey okkum ongantíð at tekna. Tí havi eg altíð verið noydd at biðja onnur at gera tær myndirnar, sum eg vil… les meira….

Hendingarríku løturnar hjá Milju Aura/Milja Auras Eventful Moments

Tann 19. september kom stuttsøgusavnið Miljuløtur út alment. Hetta hendi á hugnaligari bókaløtu á Sunda Bókasavni í samband við Mentanarviku í Sunda kommunu.             Nógv børn vóru komin at lurtað, tá høvundurin læs upp úr løtunum hjá Milju Aura.  Forlagið sigur um bókina: “Bókin er… les meira….

Myndabók, myndprýdd stuttsøga og yrking – útgávurnar í 2017

Tríggar útgávur varð tað til í 2017, allar komu seint á árinum. Tann stórsta av teimum var myndabókin Neyðars skrímsl, tann 9. skrímslabókin. Sum hinar Skrímslabøkurnar er hon eitt óvanligt samstarv millum tríggjar høvundar út trimum londum, Áslaug Jónsdóttir úr Íslandi, sum afturat at vera høvundur eisini ger flottu, úttrykksfullu… les meira….

Høvundaverksmiðjan á Háskúlanum útsett til september

Vegna ov fáar tekningar, verður høvundaverksmiðja “Skriva ein stuttsøgu” á Háskúlanum útsett til næsta mánað. Lýsingin um skeiði kom ikki út fyrr enn mitt í juli, tá fólk flest eru í summarfrí, og helst eru fá, sum hava sæð hana. Úrslitið er, at ikki nóg nógv teknaðu seg, men vit… les meira….

Drekar og annað valafólk

Hetta er ævintýrbókin hjá Elanor um Elanor. Elanor er ein smágenta úr Port Janua, sum upplivir nógv og sum sær verðina úr einum ævintýrligum sjónarhornið. Permumyndina og tær vøkru myndirnar inni í bókini gjørdi Edward Fuglø. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út í 1998.   Í bókini eru 5 ævintýr: Køksgluggin Mamma Elanor… les meira….

Søgur úr Port Janua

“Har land og hav møtast, sum tað so ofta hendir, er einastaðni ein djúpur tryggur fjørður. Sjógvurin í fjørðinum er indigobláur, og skógurin, fjøllini og heiðin eru heystsprøklut, koparreyð, safran og brandgul. Mitt ímillum liggur býurin og dusar sær í sjóvarmálanum, sum ein livandi bordi um fjørðin. Hesin býurin, –… les meira….