Fríggjadagsmyndin: Myrk skuggaspøl

Síðsta fríggjadag átti eg sjálvandi at hava lagt út eina laaaaangafríggjadagsmynd, men tað var av ongum. Vit høvdu øll frí, sjálvt eg 🙂 Sum sjálvstøðugt listafólk hevur tú satt at siga ongantíð frí. Um har er ein løta, har onki hendir, tú kennir á tær, at tú eigur at fara undir… les meira….

Fríggjadagsmyndin: Seinkað hátíðarhald av Altjóða Dukkusjónleikadegnum, 21. mars

This gallery contains 16 photos.

Leygardagin fyri lítlari viku síðani, tann 21. mars var Altjóða Dukkusjónleikadagur. Júst hendan dagin var eg í Eysturoynni og hevði eitt áhugavert skeið “Sig søgur so vit minnast tær” fyri starvsfólkum á einum barnagarði , har vit m.a. arbeiddu nógv skuggadukkum. Hetta var ikki versti hátturin at heiðra dagin. Í fjør hevði… les meira….

Viðmerking til fríggjadagsmyndina “Dutch Angels”

Fríggjadagin hevði eg eina lítla løgna søgu um eina mynd og hvussu ringt tað er at geva røttu fólkunum æruna av egnum arbeiði. Søgan var eitt sindur endaleys, tí eg kom ikki fram á veruliga upprunan til myndina, bara til navnið í fotografinum. Men so er tað, at internetið vísir seg frá síni bestu síðu:… les meira….

Fríggjadagsmyndin: Ein lítil søga um upphavsrætt

Mær dámar alla møguliga list, men mær dámar nokk serliga væl trívíddar (trýdimensionella) list, standmyndir, installatiónir, málningar sum koma út úr rammuni, diorama’ir, tableaux vivant v.m. Eg siti ofta og surfi á netinum eftir myndum, og ein dagin rendi eg meg á hesa:   Hon er gandakend og løgin og… les meira….

Fríggjadagsmyndin – Eleonora á pallinum fyrstu ferð

Fríggjadagsmyndin í dag er mín egna, tí í gjár var ein serligur dagur: Fyrsti venjingardagur av nýggja leikinum “Dansa so væl og leingi”!! Leikstjóri mín, Hedvig Westerlund-Kapnas, og eg hittust fyri fyrstu ferð í mínum improviseraða venjingarhølið í eini vatnskæddari íbúð á Hoydalsvegnum, sum skyldmaður mín Egil Helmsdal, hevur verið… les meira….

Fríggjadagsmyndin – Hieronymus Bosch og inspiratiónin

Listamaðurin Hieronymus Bosch hevur altíð hugtikið meg. Galskapurin og skemti í málningum hansara eru inspirerandi. Og tað er júst hetta, eg havi hug at hugleiða eitt sindur um í hesi fríggjadagsmyndini: Inspiratiónin  Onkrar myndir tykjast onkursvegna fylgja tær gjøgnum lívið, myndir tú hitti longu sum barn og sum bara ikki vilja fara… les meira….

Fríggjadagsmyndin – Kylli Sparre

Í gjár tosaði eg um tableaux vivant á blogginum og um at fotografar enn nýta hesa listagrein í sínum verkum. Tí haldi eg, at fríggjadagsmyndin hóskandi kann vera ein frá einum tílíkum fotografi. Kylli Sparre var upprunaliga dansari, men fór seinni yvir til foto. Hon tekur ótrúligar gandakendar myndir. Ger… les meira….