Fleiri búnar
Her eru búnarnir hjá nøkrum av nýggjastu leikarunum. Elvira Sokal sum Elisa Hermia Flynn sum Maja Erik Saxov sum plantari Neil Owen sum hoymaður Ulf Boman sum Valdimar vaktarmaður Búnin hjá Valdimaktar vaktarmanni aftan.
Her eru búnarnir hjá nøkrum av nýggjastu leikarunum. Elvira Sokal sum Elisa Hermia Flynn sum Maja Erik Saxov sum plantari Neil Owen sum hoymaður Ulf Boman sum Valdimar vaktarmaður Búnin hjá Valdimaktar vaktarmanni aftan.
Av tí at seymikonan jú tíverri er farin higani (annars var jú ongin leikur…), havi eg verið noydd at seyma búnarnar sjálv.Her eru nakrar myndir av onkrum teirra: Oktavian hevur klagað um, at Trøllmaðurin Erebus ongan hatt hevði, so nú hevur hann fingið hatt. Tað tók mær ein heilan dag… les meira….
Í gjár hevði eg fyrsta fund við mín leikstjóra, nevniliga ta navnframu Hedvig Westerlund Kapnas! Hon sá leikhúsið og umstøðurnar og heilsaði uppá leikararnar og fekk fleiri teirra til at improvisera eitt sindur á pallinum.Síðani fekk hon meg at siga alt hetta nýggja ævintýri um revin í silkiturriklæðinum fyri Sirius,… les meira….
Hetta er tann mest nervapirrandi parturin av verkætlanini, tí hann havi eg so lítið stýr á sjálv. Árni Baldvinsson hevur fyri langari tíð síðani játtað at hjálpa mær og einasta mánðin ella nakað meira, hevur hann kannað hvørjir møguleikarnir eru fyri ljósið til eitt so lítið leikhús. Eftir nógva leitan… les meira….
Nú er nógv hent og lítið blogga í seinastuni, so tí er at innheinta eitt sindur av tí forsømda.Latið okkum byrja við leikarahópinum, sum nú er fullfíggjaður, at enda! Fyrst nakrar myndir av teimum nýkomnu: Erik Saxov, sum spælir “plantari” Elivra Sokal, sum spælir Elisa Neil Owen, sum spælir “hoymaður”… les meira….
Um alt gongur eftir ætlan, so verða fyrstu framførslurnar hjá Karavella Marionett-teatri av Revinum við silkiturriklæðinum á Ólavsøku í hølum hjá Føroya Landsbókasavnið.Nógv er eftir enn at, men vónandi gongur tað alt upp í eina hægri eind, hóast tíðin streymar.So ikki meira snakk, tað er bara at bretta upp um… les meira….
So er tað avgjørt!! Leikhúsið hevur fingið navn: Karavella Marionett-teatur! Eftir nógva umhugsan eri eg vend aftur til mítt allarfyrsta hugskot, navnið sum eg sá á einum skelti í Prag. Eg veit ikki, hvat skelti førdi til, har var stongt, men tað ljóðaði væl.Navnið hevur malið í høvdinum á mær… les meira….
Hesar seinastu dagarnir standa heilt í “marionetterners tegn”, fyri at blíva eitt sindur Williamsk. Eftir at leikhúsið varð liðugt málað í Leynum, bleiv tað fyrradagin pakka saman og flutt heim. Í gjár setti eg tað so upp í kamarinum hjá Gwenaël, sum er einasta staðið leikhúsið fær staðið uppi uttan at… les meira….
Nú er fyrsti liturin komin á leikhúsið. Tann vakri myrkablái liturin. Leikhúsið stendur enn á Sjóvarloftinum í Leynum, har er akkurát pláss at mála. Sum tað er roksut at seta av til strípur, men vónandi verður úrslitið stríðið vert. Tveir leikarar í kulissunum.
Nú er so langt komið, at leikhúsið skal pyntast, altso at fronturin skal málast. Her eru nakrar skitsur av litsamansetingunum. Navnið er ikki endaligt, tað kenni eg ikki enn. Hetta var bara, tí okkurt skuldi standa á skitsuni.Helst verður tað ein av hesum ovastu litsamansetingunum.