Revurin við silkiturriklæðinum

Her eru so teir leikararnir, vit higatil hava til leikin “Revurin í silkiturriklæðinum”.                 Enn væntar okkum leikaran til høvuðsleiklutin, yngsta systurin og tveir smáar leiklutir sum mús og eitthvørt vandamikið kettudjór. – Og sum tit síggja, so væntar fleiri av leikarunum enn… les meira….

Ymiskt úr verkastaðnum

Góð amboð eru av øgiliga stórum týdningi, og eg havi stutt síðani keypt mær eitt frálíkt tól: Ein Dremel stylus. Eitt frálíkt lítið tól, sum kann alt eg havi brúk fyri, bora og pussa smáting. Eg hevði ein pseudo-dremel áðrenn, men hann var við leidningi og alt ov tungur í… les meira….

Ulf Boman – sætti leikarin

Nýggjasti leikarin er Ulf Boman, ein tilkomin maður, væl bygdur og sterkur. Ein lítlan ølbúk hevur hann, men hvat, tað hava flestu rættu menn……. Ulf leikar vaktarmaður í “Revurin við silkiturriklæðinum”. Ein heilt lítil leiklutur, men sigur hann tryggur: “Har eru ongir smáir leiklutir, bara smáir leikarar!” Ulf er helst… les meira….

Hermia Flynn – fimti leikarin

Hermia er tann fimti leikarin. Hon er úr hvítum leiri eins og Massimo. Hon er stutt síðani mála, og enn ikki sett heilt saman. Hon hevur heldur ikki fingið hár, men tað verður sami reyði litur sum hjá Dehliu. Tær eru eisini systkinabørn, av írskum uppruna. Hon spælir elsta seymikonudóttirin… les meira….

Massimo D’Angeli – fjórði leikarin

Aftaná Vilmu Myska varð Massimo D’Angeli gjørdur. Hann er ein, ið helst skal kunna leika hetjuleiklutir og líknandi. ì “Revinum við silkiturriklæðinum” fer hann at leika prinsurin. Tað er ein lítil leiklutur, men Massimo var kortini glaður um tilboðið. Hann er helst ættaður úr Italia, men hann er heldur loyndarfullur… les meira….

Vilma Myska – triði leikarin

Vilma Myska var tann triðja at koma í leikhópin. Hon var vælnøgd við at sleppa at spæla leiklutin hjá drotningini í “Revurin við silkiturriklæðinum”, helt at hann hóskaði stak væl til hennara.Tað skal eisini sigast, at tað er ofta ringt hjá eldri, hildligum damum at fáa høvuðsleiklutir. Vilma hevur røtur… les meira….