Oktavian Raz – fyrsti leikarin

So er tíð at byrja at presentera leikararnar. Tann fyrsti leikarin í truppinum er gamli Oktavian Raz. Ongin veit rættliga hvaðani hann er ættaður, men hann er gamal í garðin á einum leikpalli, tað er vist.Tað er hann sum fer at spæla leiklutin sum “Tann óndi Trøllmaðurin” í leikinum “Revurin… les meira….

Leikhúsið – fyrsta lag av máling

Tann 20. apríl var eg í Leynum og málaði leikhúsið fyrstu ferð. Alt verður svart fyri fyrst, so koma litirnir seinni. Innan skal alt sjálvandi verða verandi svart, men fronturin skal hava lív og litir. Eitt relieff skal hangast upp á yvir pallinum, tá eg fái gjørt tað. Her eru… les meira….

Navnið

Ein av stóru spurningunum er: Hvat skal leikhúsið eita? Eg veit ikki enn, faktisk slett ikki, men vónandi kemur eitthvørt smart/klókt/gott upp onkran dagin. Men tað skal eita marionett-teatur! ikki dukkuleikhús, tað er avgjørt. Tá eg fyri 9 árum síðani byrjaði at gera ætlanir um hetta, hevði eg eitt gott… les meira….

Kanningarferð til Prag – juni 2010 – 10. partur

Og so kom seinasti dagurin. Gleddi meg sjálvandi ómetaligt at koma heim til familjuna, men har var bara so nógv eftir at síggja í Prag. Eg má fara hagar aftur!! Ein “vodník” bjóða vælkomin á spøkilsissavnið. Ein vodnik er eitt slag av tjekkiskum nyki. Hann kann mann fáa sum “ger-tað-sjálv”-marionett frá Truhlar.  … les meira….