Leikir – Karavella Marionett-Teatur

Dansa so væl og leingiNýggjasta uppsetingin er Dansa so væl og leingi.Hetta er ein lívssøga fyri allar aldursbólkar, børn, ung, vaksin og gomul frá 7-97 ár.Hetta er 4. leikverkið hjá Karavella Marionett-Teatri. Frumsýning varð 10. apríl í Norðurlandahúsinum.Les meira um leikin HER.Les ummæli HER.

Hugurin flýgur – listaframsýning við marionettum og dreymum

9. apríl lat framsýningin “Hugurin flýgur” upp í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Hetta er mín fyrsta framsýning og tað er ein soloframsýning. Alt á framsýningi eru míni verk. Har eru allar marionettirnar, sum eg havi tilevnað síðani 2011 samt leikhúsið hjá Karavella Marionett-Teatri við pallmyndini til Dansa so væl og leingi. Tó… les meira….

FRUMSÝNING! Dansa so væl og leingi

Leingi er tað, ið væl skal vera, siga tey. Í hvussu so er hevur hesin leikurin verið leingi á veg, tað er næsta tvey ár síðani, at fyrsta hond varð løgd á marionettirnar og ætlandi skuldi leikurin havt frumsýning síðsta summar. Men so skuldi ikki vera. Men í dag, tann… les meira….

Ummæli av Dansa so væl og leingi – Gunnvá Zachariasen

(Ummælið stóð á Facebook. Eg loyvi mær hervið at leggja tað á bloggin.) Nøkur orð um “Dansa so væl og leingi”   GUNNVÁ ZACHARIASEN·10. APRÍL 2016   Altso, eg kundi ikki verið meira samd og skuldi júst seta meg niður at skriva nøkur vælmeint orð um listaverkið hjá Rakel Helmsdal… les meira….

Ummæli av Dansa so væl og leingi – Hanna Jensen

(Ummælið stóð á Facebook. Eg loyvi mær hervið at leggja tað á bloggin.) “Dansa so væl og leingi” -ummæli HANNA JENSEN·9. APRÍL 2016 Eg var so heppin at sleppa til forfrumsýning í Karavella Marionett-Teatri til leikin “Dansa so væl og leingi” við manni og Degi, yngsta soninum. Ein slík dukkuteatursýning… les meira….

Hugurin flýgur í NLH: Dreymrúm, marionettir og leikur

Frá 9. apríl til 8. mai verður ein øðrvísi listaframsýning í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Í samband við Barnafestivalin hevur Norðurlandahúsið heitt á meg at hava framsýning av øllum leikarahópinum hjá Karavella Marionett-Teatri, sum nú telur 32 marionettir og eisini leikhúsinum, har nýggi leikurin “Dansa so væl og leingi” fer at… les meira….

Dansa so væl og leingi – fyrbils útsettur

Onkur hevur kanska undrast á, at frumsýningin av nýggja marionettleikinum Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri enn ikki hevur verið. Boða var frá, at venjingarnar vóru farnar í gongd, men tíverri fekk leikstjórin forfall júst eftir hesi tíðindi vóru farin út og síðani er stutt sagt næstan onki… les meira….

Fríggjadagsmyndin: Seinkað hátíðarhald av Altjóða Dukkusjónleikadegnum, 21. mars

This gallery contains 16 photos.

Leygardagin fyri lítlari viku síðani, tann 21. mars var Altjóða Dukkusjónleikadagur. Júst hendan dagin var eg í Eysturoynni og hevði eitt áhugavert skeið “Sig søgur so vit minnast tær” fyri starvsfólkum á einum barnagarði , har vit m.a. arbeiddu nógv skuggadukkum. Hetta var ikki versti hátturin at heiðra dagin. Í fjør hevði… les meira….

Sig søgur, so vit minnast tær

This gallery contains 23 photos.

Leygardagin 21. mars hevði eg eina sera áhugaverda arbeiðsuppgávu. Eg var biðin at gera eitt skeið fyri starvsfólk á einum barnagarði, ið fegin vildu gerast betur til at siga søgur. Alla vikuna upp undir sólarmyrkingina sat eg við nervum og fyrireikaði skeiði. Hetta er ikki nakað eg beinleiðis hevði gjørt fyrr, ikki… les meira….