Fríggjadagsmyndin – Eleonora á pallinum fyrstu ferð

Fríggjadagsmyndin í dag er mín egna, tí í gjár var ein serligur dagur: Fyrsti venjingardagur av nýggja leikinum “Dansa so væl og leingi”!! Leikstjóri mín, Hedvig Westerlund-Kapnas, og eg hittust fyri fyrstu ferð í mínum improviseraða venjingarhølið í eini vatnskæddari íbúð á Hoydalsvegnum, sum skyldmaður mín Egil Helmsdal, hevur verið… les meira….

Bestu myndirnar frá “Skrímslunum”

Skrímslini var sera væl umtókti leikurin hjá Karavella Marionett-Teatri um lítla og Stóra Skrímsl eftir bókunum um somu skrímsl hjá høvundabólkinum Jónsdóttir/Helsmdal/Güettler. Ikki minni enn 46 sýningar vóru kring landið og leikurin fekk fyrsta og higartil einasta officiella ummælið hjá Karavella Marionett-Teatri. Tíverri er tað tann minst dokumenteraði leikurin, ongin… les meira….

Bestu myndirnar frá Revinum við silkiturriklæðinum

This gallery contains 27 photos.

Fyrsti leikurin hjá Karavella Marionett-Teatri, Revurin við silkiturriklæðinum, er langt síðani farin í gloymskuna hjá teimum flestu, men leikararnir minnast av og á aftur á hann við sorgblídni. Tey vildu fegin, at eg legði eina myndamappu út av hæddarpunktunum úr leikinum. Bókin frá leikinum er enn at fáa. Skriva til okkara,… les meira….

Bestu myndirnar frá leikinum Veiða vind

This gallery contains 27 photos.

Nú Karavella Marionett-Teatur er í ferð við at seta nýggja leikin “Dansa so væl og leingi” upp, er Veiða vind lagdur til viks fyri eina tíð. Møguliga verður leikurin tikin upp aftur einaferð fyrr ella seinni, helst seinni…, men inntil tá, ber til at síggja nakrar av bestu myndunum frá… les meira….

Brellbitar frá nýggjum leiki

Karavella Marionett-Teatur setur í heyst upp leikin “Dansa so væl og leingi” eftir Rakel Helmsdal. Hetta er ein leikur fyri bæði børn, ung, vaksin og eldri. Her eru nakrar myndir úr verkstaðnum, so tú kanst hyggja eitt sindur at, hvat tú hevur at gleða teg til og undrast kanska eisini… les meira….

Veiða vind á Ólavsøku

Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag kl. 15 verða sýningar av symfoniska marionettævintýrinum Veiða vind. Sýningarnar verða í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum og atgongumerki kunnu keypast ein tíma undan sýning. Møguleiki er fyri at leggja atgongumerki av við at skriva til rakel.helsmdal(kurla)gmail.com ella inn á Facebook-tiltakið. Hetta eru allarhelst nakrar av seinastu almennu sýningunum… les meira….

Karavella Marionett-Teatur søkir høli

Leikárið 2014/15 verður nýggi leikur, sum í løtuni gongur undir arbeiðsheitinum “Dansa so væl og leingi”, settur upp á Karavella Marionett-Teatri. Vanliga er Karavella Marionett-Teatur eitt ferðandi leikhús, men tá nýggjur leikur skal setast upp, er neyðugt við føstum høli í uml. 1 ½ mánað. Í trý ár havi eg… les meira….

Herverk á Karavella Marionett-Teatri

Tað góða lívið At hava egið leikhús er fyri tað mesta ein gleði. Tað er sjálvandi hart arbeiði, men tað er eitt arbeið, eg sjálv havi valt og elski! Ja, eg elski veruliga alt við tí: at gera ætlanir um, hvønn leik eg nú skal seta upp at skriva leikrit… les meira….