Veiða vind í Sjónleikarhúsinum Mentanarnáttina

Sýning av symfoniskum marionettleiki í Sjónleikarhúsinum Í dag kl.17 fríggjadagin tann 6. juni verður ein almenn sýning av symfoniska marionettævintýrinum “Veiða vind” hjá Karavella Marionett-Teatri. Sýningin verður í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum. Fleiri túsund føroysk og íslendsk børn hava upplivað søguna saman við stórslignum symfoniorkestri, og nógv hava eisini lisið bókina,… les meira….

Altjóða marionettdagur

Tann 21. mars, seinasta fríggjadag, var altjóða marionettdagur – World Puppetry Day 2014. Av tí at eg var upptikin av einum fantastiskum skriviskeiði á Listaskúla Føroya , fekk eg ikki gjørt nakað burturúr degnum, men nú geri eg tað við afturvirkandi kraft. Her er tað, sum stendur í Wikipedia um… les meira….

Høvundar vitja allastaðni í landinum

Í dag er seinasta freist hjá skúlum runt alt landið at tekna seg til at fáa ein føroyskan høvunda ella ein sjónleikara á vitjan í viku 14. Hetta er ein verkætlan, sum er partur av barna- og ungdómsbókafestivalinum Kom og les. Eg havi sitið í arbeiðsbólkinum fyri Rithøvundafelagið og var… les meira….

“kann vera, at eg ikki skilti okkurt, men tað var stuttligt alíkavæl”

Nú ein dagin eydnaðist mær at sleppa inn í mín First Class-brævkassa og har kundi eg frøðast um 5 brøv, sum gjørdu meg ótrúliga fegna. Tey vóru frá fimm næmingum í 4. flokki í Hvalbiar skúla, sum sóu Veiða vind tann 25. februar. Eg takki teimum hjartaliga og øllum Hvalbiar… les meira….

Bílegg eina marionettsýning

  Karavella Marionett-Teatur hevur í løtuni leikin SKRÍMSLALÍV á skránni. Les um leikin við at tøppa á myndina. Til ber at bíleggja sýningar út á tykkar stovn/skúla/fyritøku. Bílegging: Hevur tú hug at bíleggja eina ella fleiri sýningar av SKRÍMSLALÍV, kanst tú seta teg í samband við Karavella Marionett-Teatur her: Karavella Marionett-Teatur att:… les meira….

Brøv frá 2. flokki í Hvalbiar skúla

At vera marionettførari kann onkrar dagar vera eitt tað besta man kann vera, sum t.d. tá man fær ein tjúkkan brævbjálva fullan av brøvum frá børnum. Mánadagin fekk eg eina rúgvu av vøkrum brøvum frá 2. flokki í Hvalbiar skúla. Haldi at tit øll skulu sleppa at síggja tey:

Bræv frá 4. flokki í Hvalbiar skúla

Í dag fekk eg eitt so praktfult og lívsjáttandi bræv. Tað var frá 4. flokki í Hvalbiar skúla, sum saman við 1., 2. og 3. flokkið hugdi at leikinum “Veiða vind” síðsta týsdag: Vitjan í Hvalbiar skúla Ein vátan og ilsligan dag í februar fingu vit áhugaverda vitjan í Hvalbiar… les meira….

4. dagur á Suðuroyarturné: tvær sýningar í Mýrifípuni

Fjórði og seinasti dagur í Suðri var sera hektiskur. Kl. 8 var eg klár at seta upp í barnagarðinum Mýrifípuni. Fyrsta sýning var kl. 10 og næsta kl. 13. Børnini komu úr Mýrisnípuni, úr útibarnagarði og úr dagrøktini í Sumba, so suðuroyarbørn høvdu ferðast langt at koma at hyggja at… les meira….

2. dagur á Suðuroyarturné: leikur og skriving í Hvalba

Á øðrum og triðja degi í Suðri stóð Hvalba á skránni. Tíðliga í morgni kom eg til Hvalbiar skúla og setti leikhúsið upp. Eftir sýningina, hevði eg fyrstu helvt av skrivikeiði saman við 7., 8. og 9. flokki. Tey vóru áhugað og ágrýtin, so tað var stuttligt at arbeiða saman… les meira….