Á lista saman við hetjum

Eftir bókamessuna í Frankfurt í oktober 2013 var kunngjørt á Facebook-síðuni hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags: “Stór tíðindi! RAKEL HELMSDAL ER Í UPPSKOTI TIL ALMA_PRÍSIN! Hvørt ár á bókamessuni verður listin við rithøvundum almannakunngjørdur, og beint nú er tíðindaskriv komið frá stovninum um, hvør er í uppskoti.” Eg fekk bæði andaneyð… les meira….

Íløgur í listafólk

Í fyrra blogginum hjá mær um Mentanargrunnin, skrivaði eg, at eg onga starvsløn fái í ár. Hetta skal ikki skiljast sum eitt álop á grunnin. Eg havi nógv at takka Mentanargrunninum fyri. Síðani eg fyrst í 90’unum fekk mína fyrstu 1-mánaða starvsløn, havi eg fingið nógvar gjøgnum árini og serliga… les meira….

Skrímslini í operuni

30. mai kundi eg skriva hesi fantastisku tíðindini: Klandursskrímsl innstillað til nýggju norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina Hetta vóru stórtíðindi, sjálvandi, men leingi hevur verið at bíðja, til vit fingu at vita, um vit vóru hepnu vinnararnir ella ikki. Í skrivandi stund vita tit, at tað vóru vit tíverri ikki, men… les meira….

Tey fantastisku ungu í Føroyum

Mitt í november var tólvta Ung í Føroyum-stevnan. Upprunin til fyrstu stevnuna í 2001 er hesin: Í 1999 vóru Hedvig Westerlund-Kapnas og eg ferðaleiðarar v.m. hjá bólki av ungum føroyskum listafólkum, sum tóku lut í Ung i Norden-stevnuni í Borgå í Finlandi, saman við ungum úr øllum Norðurlondum. Vit varnaðust,… les meira….

Vinn eina viku á rithøvundaskúla í Svøríki!

NÁM, Rithøvundafelag Føroya og Norðurlandahúsið hava skrivað út eina skrivikapping fyri ung sum ganga í 9. flokki! Tveir ungir høvundar kunnu vinna eina ferð til Svøríkis í eina viku á rithøvundaskúla saman við øðrum ungum úr hinum Norðurlondunum. Tveir ungir høvundar kunnu vinna eitt árshald til bókaklubban Ung og 18-20 kunnu… les meira….

Geva við einari hond og taka við hinari……

Ja, tað mátti koma….. Skuffilsi….. Mentanargrunnurin fær eina millión afturat!!! Jub…øøøøøøhh…. – fyrst av øll: Tað passar ikki! Mentanargrunnurin fær bara pengarnar aftur, sum vóru tiknir úr honum í fjør, tá listafólk, (sum frammaundan eru lægstlønti samfelagsbólkurin yvirhøvur), skuldu spara 20 %, væl meira enn allir aðrir samfelagsbólkar. Ok, Mentanargrunnurin fær… les meira….

Nógvar tilvildir og enn fleiri vælvildir…..

Tann 19. september var ein sera spennandi, men ja, skal eg siga sum er, nervauppslítandi dagur. Eg svav næstan ikki náttina fyri, og tað skal líka viðmerkjast, at eg vanliga sovi sum kópurin. Lá alla náttina og hugsaði um, hvat skilagott eg kundi siga, tá eg dagin eftir skuldi standa… les meira….

Undanbrekka í sólvindi – og hugstoyttar mótbrekkur….

At droyma um at skapa sítt heilt egna, nakað nýtt, nakað óvanligt, og síðani at gera tað til veruleika, er ein fantastiskt uppliving, í hvussu so er meginpartin av tíðini. Tað kenst sum ein góð undabrekka, sum at súkkla í góðveðri oman eina bratta brekku og kenna sólkskinni og vindin… les meira….

Árligi Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum

Bókadagurin hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum Sunnudagin 15. november kl. 15 verður hol sett á árliga bókadagin hjá Rithøvundafelagnum í Norðurlandahúsinum. Á skránni verður stórur partur av at nýggju føroysku bókmentunum, sum eru komnar og fara at koma í ár. Tiltakið er sera fjølbroytt: Súni Merkistein fer at hava pallviðtalur um… les meira….