1. dagur á hendingaríkari Suðuroyarturné

Tann 14. januar kundi tú lesa hetta á Suðuroyarportalinum: Kom og finn skrivigleðina og tann 23. februar stóð hetta: Veiða Vind í Pakkhús 4 Mánamorgunin tann 24. februar legði Karavella Marionett-Teatur frá bryggju síni handan Á og fór umborð á Smyril. Tvær sýningar vóru í Pakkhús 4 mánadagin. Móttøkan var… les meira….

Seinastu dagarnar undan frumsýningina

This gallery contains 11 photos.

Seinastu dagarnir undan frumsýningina av Veiða vind vóru sera strævnir, so ongin tíð var til bloggar millum ljósseting/venjing/PR-arbeiði/rudding/klárgering av øllum smálutum etc. Her er ein lítil myndarøð frá vikuskiftinum:

Maestro

This gallery contains 22 photos.

Seinasti leikarin í “Veiða vind” er nú liðugur. Tað er sjálvandi orkesturleiðarin! Maestro! Her er ein myndarøð av skapanini:

Veiða scenografi

Í hesum døgum er scenografurin hjá Karavella Marionett-Teatri við at leggja seinastu hond á scenografiina, – ella kanska. Í løtuni er tað alt eitt experiment, sum ongin hevur ánilsi av um fer at eydnast! Men nakar myndir at forvitnast av…..  

Leikhúsið – fyrsta lag av máling

Tann 20. apríl var eg í Leynum og málaði leikhúsið fyrstu ferð. Alt verður svart fyri fyrst, so koma litirnir seinni. Innan skal alt sjálvandi verða verandi svart, men fronturin skal hava lív og litir. Eitt relieff skal hangast upp á yvir pallinum, tá eg fái gjørt tað. Her eru… les meira….