Leita / Search
-
Nýggjastu greinarnar / Recent Post
Evni / Categories
Goymsla / Arcive
Category Archives: Myndlist / Visual Art
Viðmerking til fríggjadagsmyndina “Dutch Angels”

Fríggjadagin hevði eg eina lítla løgna søgu um eina mynd og hvussu ringt tað er at geva røttu fólkunum æruna av egnum arbeiði. Søgan var eitt sindur endaleys, tí eg kom ikki fram á veruliga upprunan til myndina, bara til navnið í fotografinum. Men so er tað, at internetið vísir seg frá síni bestu síðu:… les meira….
Fríggjadagsmyndin: Ein lítil søga um upphavsrætt

Mær dámar alla møguliga list, men mær dámar nokk serliga væl trívíddar (trýdimensionella) list, standmyndir, installatiónir, málningar sum koma út úr rammuni, diorama’ir, tableaux vivant v.m. Eg siti ofta og surfi á netinum eftir myndum, og ein dagin rendi eg meg á hesa: Hon er gandakend og løgin og… les meira….
Fríggjadagsmyndin – Eleonora á pallinum fyrstu ferð

Fríggjadagsmyndin í dag er mín egna, tí í gjár var ein serligur dagur: Fyrsti venjingardagur av nýggja leikinum “Dansa so væl og leingi”!! Leikstjóri mín, Hedvig Westerlund-Kapnas, og eg hittust fyri fyrstu ferð í mínum improviseraða venjingarhølið í eini vatnskæddari íbúð á Hoydalsvegnum, sum skyldmaður mín Egil Helmsdal, hevur verið… les meira….
Fríggjadagsmyndin – Hieronymus Bosch og inspiratiónin

Listamaðurin Hieronymus Bosch hevur altíð hugtikið meg. Galskapurin og skemti í málningum hansara eru inspirerandi. Og tað er júst hetta, eg havi hug at hugleiða eitt sindur um í hesi fríggjadagsmyndini: Inspiratiónin Onkrar myndir tykjast onkursvegna fylgja tær gjøgnum lívið, myndir tú hitti longu sum barn og sum bara ikki vilja fara… les meira….
AAAATJUUUUU – ongin fríggjadagsmynd
Fríggjadagsmyndin – Tove

Tove Jansson var mín stóra fyrimynd longu tá eg var barn. Eg elskaði søgurnar hjá henni, hóast eg ikki skilti alt. Eg havi lisið tær umaftur gjøgnum alt lívið, og hvørja ferð eru tær nýggjar og tó so kendar. Har eru so nógv løg, at har er nakað til einhvønn… les meira….
Fríggjadagsmyndin – Kylli Sparre

Í gjár tosaði eg um tableaux vivant á blogginum og um at fotografar enn nýta hesa listagrein í sínum verkum. Tí haldi eg, at fríggjadagsmyndin hóskandi kann vera ein frá einum tílíkum fotografi. Kylli Sparre var upprunaliga dansari, men fór seinni yvir til foto. Hon tekur ótrúligar gandakendar myndir. Ger… les meira….
Fríggjadagsmyndin – 115 ár í gjár

Í gjár hevði hann verið 115 ár, hevði hann livað. 115 ár er ein óvanliga høgur aldur, so tað er ikki so syrgiligt, at hann ikki náddi hann. Tí kunnu vit heldur ikki ilskast inn á hann fyri veðrið í gjár, sum satt at siga var heilt út av lagið og… les meira….
Fríggjadagsmyndin – Je suis Charlie

Í síðstu viku segði eg, at eg fór at leggja eina fríggjadagsmynd út, eina mynd, sum inspireraði meg og sum kanska kundi kveika okkurt stuttligt hjá øðrum eisini. Men longu nú, eina viku seinni, fari eg at víkja frá hesi reglu. Hendan vikan hevur ikki verið ein, har inspiratión var tað,… les meira….