Mín hobbahola / My Hobbit Hole

Tá suðurafrikanski almannagagnligur filmsfelagsskapurin Green Renaissance fóru at vitjaði pápa mín, Ole Jakob Nielsen í september, ætlaðu teir bara at gera ein film, men tá teir høvdu verið har, avgjørdu teir, at her var ov nógv tilfar til ein einstakan lítlan film. Beint sum árið var blivið til 2019 sendu teir út… les meira….

Milliónir av lívum / A Million Lives

Í november gav felagsskapurin Green Renaissance út ein lítlan heimildarfilm um meg sum rithøvunda og skapandi listafólk. Green Renaissance er ein almannagagnligur felagsskapur, sum ger heimildarfilmar um fólk kring allan heim. Felags fyri fólkini, tey velja, er, at hetta eru eldhugaði menniskju, sum hava nakað at siga á onkran hátt. Eg eri… les meira….

Kærleikin er alt / Love Is Essential

Í oktober gav felagsskapurin Green Renaissance út ein vakran lítlan heimildarfilm um pápa mín.  Green Renaissance er ein almannagagnligur felagsskapur, sum ger heimildarfilmar um fólk kring allan heim. Felags fyri fólkini, tey velja, er, at hetta eru eldhugaði menniskju, sum hava nakað at siga á onkran hátt. Hetta er filmurin um… les meira….

Okkara sólarmyrking

This gallery contains 12 photos.

Netið hevur seinastu vikuna verið tjokkað við sólarmyrkingarmyndum og -upplivingum. Nógv upplivdu hana alla sum hon var, onnur, sum bara vóru kanska hundrað metrar frá teimum, høvdu skýggj fyri, júst tað avgerðandi løtuni. Tað seinna varð galdandi fyri okkum her á Debesartrøð í Havn, men skal eg siga sum er,… les meira….

Orð & litir – tá vinir samstarva

Tá vinfólk hava kenst leingi, ja kanska meginpartin av lívinum, er sambandið teirra millum merkt av gomlum vanum. Tey eru bara saman á sama vinarliga hátt altíð og alt tykist at vera so sára gott. Tað er tað kanska eisini, men onkuntíð kann hugsast, at tey kanska kundu fingið meira burturúr… les meira….

Onga løn í ár

Fyri nøkrum døgum síðani kundi eg bara konstaterað, at tað ikki hjálpir tær sum listafólk at fáa viðurkenning, í hvussu so er ikki, um tú skalt fáa nakra peningarliga løn at arbeiða fyri. At eg í fjør fekk barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs, var tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins og tilnevnd… les meira….

Jólini verða sungin inn

Børini hjá okkum syngja í kórum, Sirius í Yngra kórinum hjá Tórshavnar Musikkskúla og Felisia í Cantus, úrvalskór í Tórshavnar Musikkskúla. Undan jólum eru tey við til fleiri konsertir. Her er ein upptøka frá Familjukonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri tann 8. desember, har tey bæði vóru við: Her er Symfoniokrestrið við… les meira….