“Orð & litir” – Listaleypurin í Mentamálaráðnum

Tá tú setir ymsar skapandi listagreinar saman, kann tað mest óvæntaða henda. Tá tú skrivar, spælir tú tær við orð, setir tey saman á ymiskan hátt, og fært tey at siga nógv meira, enn tað einstaka orðið ger. Hetta hendir eisini, tá tú spælir tær við litir, skap og tilfar. Saman… les meira….

Hon, sum róði eftir ælaboganum – skaldsøga

Einaferð var tað….. Í 1995 ella so skrivaði MFS út eina stuttsøgukapping, evnið var erotiskar stuttsøgur. Eg búði um hetta mundi í Fraklandi, og arbeiddi burturav við at skriva. Sjálvandi vildi eg vera við til eina føroyska stuttsøgukapping og sendi inn søguna “Argantael”. Hon vann ikki kappingina, men kom við… les meira….

Orð & litir – tá vinir samstarva

Tá vinfólk hava kenst leingi, ja kanska meginpartin av lívinum, er sambandið teirra millum merkt av gomlum vanum. Tey eru bara saman á sama vinarliga hátt altíð og alt tykist at vera so sára gott. Tað er tað kanska eisini, men onkuntíð kann hugsast, at tey kanska kundu fingið meira burturúr… les meira….

Nýggj skrímsl á arbeiðsborðinum

Skrímslaverksmiðja Tað besta við hesi ferðini til Oslo var, at Áslaug, Kalle og eg høvdu møguleika at hittast og arbeiða saman. Tað hendir ikki ofta, og tí høvdu vit langt síðani avgjørt, at steðga tveir dagar eyka í Oslo og hava eina skrímslaverksmiðju, har vit hildu á at arbeiða við… les meira….

Skrímslini í operuni

30. mai kundi eg skriva hesi fantastisku tíðindini: Klandursskrímsl innstillað til nýggju norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina Hetta vóru stórtíðindi, sjálvandi, men leingi hevur verið at bíðja, til vit fingu at vita, um vit vóru hepnu vinnararnir ella ikki. Í skrivandi stund vita tit, at tað vóru vit tíverri ikki, men… les meira….

Tey fantastisku ungu í Føroyum

Mitt í november var tólvta Ung í Føroyum-stevnan. Upprunin til fyrstu stevnuna í 2001 er hesin: Í 1999 vóru Hedvig Westerlund-Kapnas og eg ferðaleiðarar v.m. hjá bólki av ungum føroyskum listafólkum, sum tóku lut í Ung i Norden-stevnuni í Borgå í Finlandi, saman við ungum úr øllum Norðurlondum. Vit varnaðust,… les meira….

Nógvar tilvildir og enn fleiri vælvildir…..

Tann 19. september var ein sera spennandi, men ja, skal eg siga sum er, nervauppslítandi dagur. Eg svav næstan ikki náttina fyri, og tað skal líka viðmerkjast, at eg vanliga sovi sum kópurin. Lá alla náttina og hugsaði um, hvat skilagott eg kundi siga, tá eg dagin eftir skuldi standa… les meira….

Ein vika við skrímslahugskotum

Nógv hevur verið at gjørt í leikhúsinum hesa seinastu vikuna, so tað hevur ikki verið stundir at skriva her á síðuna, men nú koma nakrar uppdateringar: Fríggja-, leygar- og sunnudagin átti hesin bloggueigari tørn á Kabloggen. Blogga mín varð býtt í tríggjar partar undir sama høvuðsevni: Monsteridéer:   Hvordan opstår… les meira….

Frumsýning av Veiða vind á Karavella Marionett-Teatri

Tann 23. juli verður frumsýning av nýggja marionett-leikinum Veiða vind. Veiða vind er tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk, sum kom út í bók í 2011 við myndur eftir Janus á Húsagarði. Symfoniorkestrið spældi tónleikin inn í samband við útgávuna og hesin tónleikurin verður eisini nýttur í leikinum. Sýningarnar… les meira….