Børn og foreldur í Nólsoy gera dukkuleik / Children and parents make puppet theatre in Nólsoy

Seint í september hevði Nólsoyar skúli leygardagsskúla. Hetta er ein dagur, har skúlabørnini hava foreldrini við í skúla og gera ymiskt skapandi saman. Hendan 29. september var dukkuleikverkstova á skránni. Tey høvdu biðið undirritaðu um at koma og leggja lag á. Húskini arbeiddu saman um hvør sítt ævintýr og burturúr… les meira….

Litava 1. dagur – Klaipeda / Lithuania 1. Day – Klaipeda

Eg kom til flogvøllin í Palanga við Keypmannahavn tann 3. oktober í strálandi sólskinni. Har var eg heinta í taxa og koyrd beint il Klaipeda, har eg skuldi vera næstu 3 dagarnar. Her eru nakrar myndir frá fyrsta degnum. Eg came to the airport in Palanga via Copenhagen on October… les meira….

Skrímslalív á ferð

Á Ólavsøku hevði Karavella Marionett-Teatur 7 sýningar av Skrímslalív á Tjóðpallinum. Væl varð vitjað og tær báðar seinastu sýningarnar vóru meir enn útseldar.   Í heyst fer Skrímslalív á ferð og til ber hjá skúlum, barnagørðum og øðrum stovnum ella fyritøkum at bíleggja sýningar. Karavella Marionett-Teatur kemur út til tykkara… les meira….

Bókin er pallurin – Ummæli av Skrímslalív eftir Laufey Brynhildardóttir

(Ummælið eftir Laufey Brynhildardóttir á Facebook tann 1. mai 17) Bókin er pallurin Var so heppin at síggja leikin Skrímslalív í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum. Talan er um ein sonevndan “pop-up” leik, og er tað nakað sum frøðir meg, so er tað pappír og pop-up. Vit kenna øll til lukku-kortini, sum… les meira….

Karavella Marionett-Teatur á Suðuroyar-turné við tveimum leikum

Karavella Marionett-Teatur hevur nú tveir leikir á skránni: “Dansa so væl og leingi“, sum er leikur fyri vaksin og børn, ið tíma at lurta. Hann verður leiktur í stóra ferðandi leikhúsinum, við marionettum. Les meir um leikin HER. Hin leikurin er “Skrímslalív“, fyri børn og barnligar sálir í øllum aldrum,… les meira….

Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

30. apríl var frumsýning av 5. leikinum hjá Karavella Marionett-Teatri: Skrímslalív. Sýningin var í Norðurlandahúsinum í samband við at stóra samvirkna skrímslaframsýningin hjá Áslaug Jónsdóttir: Heima hjá Skrímslunum var í Norðurlandahúsinum. Leikurin er yvir fýra av vældámdu skrímslabókunum eftir Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler, Skrímslavitjan, Klandursskrímsl, Skrímslakiskan og… les meira….

Dansa so væl og leingi – 4. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

  10. apríl 2016 var frunsýning av nýskrivaða marionettleikinum Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri. Hedvig Westerlund-Kapnas leikstjórnaði leikinum, sum Rakel Helmsdal skrivaði, spældi og skapti. Søgan er um Eleonoru og Sindra, tvey børn, sum vaksa upp saman, gerast góð og verða atskild vegna ymisk áhugamál. Hægsta ynski… les meira….

Dansa so væl og leingi í Tilhaldskjallaranum á Ólavsøku

Tíðindaskriv: Marionettleikurin Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri verður aftur at síggja á Ólavsøku. Seks sýningar verða í kjallaranum hjá Tilhaldinum, gróthúsið í Grasagarði, tann 27., 28. og 29. juli kl. 15 og 17. Dansa so væl og leingi er ein lívssøga um menniskju við eini passión. Ein… les meira….