
This gallery contains 20 photos.
Her er ein myndafrásøgn frá seinastu døgunum við arbeiðsborðið. Ein marionettmakari hevur nógvar leiklutir, m.a. skræddari, frisør og skómakari. Og tað leggja frensar forrestin onki í…
This gallery contains 20 photos.
Her er ein myndafrásøgn frá seinastu døgunum við arbeiðsborðið. Ein marionettmakari hevur nógvar leiklutir, m.a. skræddari, frisør og skómakari. Og tað leggja frensar forrestin onki í…
This gallery contains 22 photos.
Seinasti leikarin í “Veiða vind” er nú liðugur. Tað er sjálvandi orkesturleiðarin! Maestro! Her er ein myndarøð av skapanini:
Sunnudagin 4. mars byrjar Karavella Marionett-Teatur sína áður vegna verkfall útsettu Suðuroyarferð. Tann 4. mars kl. 16 verður almenn sýning á Seglloftinum. Mánadagin og týsdagin verða sýningar fyri dagstovnum, eisini á Seglloftinum og mikudagin verður Revurin við silkiturriklæðinum spældur fyri dagstovnum í Vági. Hósdagin verður sýning í Hvalbia skúla fyri… les meira….
Her eru so teir leikararnir, vit higatil hava til leikin “Revurin í silkiturriklæðinum”. Enn væntar okkum leikaran til høvuðsleiklutin, yngsta systurin og tveir smáar leiklutir sum mús og eitthvørt vandamikið kettudjór. – Og sum tit síggja, so væntar fleiri av leikarunum enn… les meira….
Nýggjasti leikarin er Ulf Boman, ein tilkomin maður, væl bygdur og sterkur. Ein lítlan ølbúk hevur hann, men hvat, tað hava flestu rættu menn……. Ulf leikar vaktarmaður í “Revurin við silkiturriklæðinum”. Ein heilt lítil leiklutur, men sigur hann tryggur: “Har eru ongir smáir leiklutir, bara smáir leikarar!” Ulf er helst… les meira….
Hermia er tann fimti leikarin. Hon er úr hvítum leiri eins og Massimo. Hon er stutt síðani mála, og enn ikki sett heilt saman. Hon hevur heldur ikki fingið hár, men tað verður sami reyði litur sum hjá Dehliu. Tær eru eisini systkinabørn, av írskum uppruna. Hon spælir elsta seymikonudóttirin… les meira….
Aftaná Vilmu Myska varð Massimo D’Angeli gjørdur. Hann er ein, ið helst skal kunna leika hetjuleiklutir og líknandi. ì “Revinum við silkiturriklæðinum” fer hann at leika prinsurin. Tað er ein lítil leiklutur, men Massimo var kortini glaður um tilboðið. Hann er helst ættaður úr Italia, men hann er heldur loyndarfullur… les meira….
Vilma Myska var tann triðja at koma í leikhópin. Hon var vælnøgd við at sleppa at spæla leiklutin hjá drotningini í “Revurin við silkiturriklæðinum”, helt at hann hóskaði stak væl til hennara.Tað skal eisini sigast, at tað er ofta ringt hjá eldri, hildligum damum at fáa høvuðsleiklutir. Vilma hevur røtur… les meira….