Leikarar: Drekin Heyst

Karavella Marionett-Teatur hevur faktisk ein dreka í starvi, Kreslit, sum er komin úr Prag. Trupulleikin er, at Kreslit er í so stórur, passar næstan ikki inn á pallin og skal harafturat stýrast við tveimum hondum. Fyri tað triðja fáa børnini í Veiða vind-leikinum ikki sitið á bakinum á honum. So… les meira….

Leikarar: Stóribeiggi

 Stóribeiggin skal nú upp í leikhópin. Her er Gwenaël, tann upprunaligi stóribeiggin, sum i veruleikanum slett ikki læs uppá kvæðaørindi, men í staðin fór út at veiða vind við lítlabeiggja. Soleiðis teknar Janus hann. Hansara marionett-alter ego Liðugt modelleraður og settur saman, men enn ikki málaður Við nýbundnari troyggju Cowboybuksur… les meira….

Leikarar: Álvagentan Vár

Í einum marionettleikhúsið er ikki lætt, fyri ikki at siga ómøguligt at skifta búna, so systir noyðist at hava ein dupultgangara, tá hon spælir Vár. Soleiðis teknar Janus álvagentuna Her er mín inspiratión til hana. Andlitið hjá marionett-Vár. Eyguni eru tíverri ikki brún. Tá eg bílegði eygu, fekk eg ongi… les meira….

Leikarar: Lítlibeiggi

Tað fyrsta, sum skal gerast, tá ein marionett-leikur skal setast upp, er at fáa fatur á leikarum. Í Veiða vind spæla trý børn, ein álvagenta, ein dreki, ein ørn og ein bjørn. Í leikhópinum hjá Karavella Marionett-Teatri eru ongi børn, so tí noyðast vit at fáa fleiri leikarar upp í… les meira….

Fleiri sýningar av Skrímslunum

Upp undir Ólavsøku hevði leikurin “Skrímslini” hjá Karavella Marionett-Teatri frumsýning í Sjónleikarhúsinum. Tá vóru seks sýningar fyri fullum húsum, men tíverri steðgaðu sýningarnar vegna forfall. Nú um vikuskiftið verður leikurin uppafturtikin, hesaferð á Tjóðpallinum. Sýningarnar verða leygardagin 11. august kl. 15 og 17 og sunnudagin 12. august kl. 15 og… les meira….

Undanbrekka í sólvindi – og hugstoyttar mótbrekkur….

At droyma um at skapa sítt heilt egna, nakað nýtt, nakað óvanligt, og síðani at gera tað til veruleika, er ein fantastiskt uppliving, í hvussu so er meginpartin av tíðini. Tað kenst sum ein góð undabrekka, sum at súkkla í góðveðri oman eina bratta brekku og kenna sólkskinni og vindin… les meira….

Allarseinast sýning av Revinum og serligt tilboð

So er seinasti kjansur at síggja fyrsta leikin hjá Karavella Marionett-Teatri. Mentanarnáttina tann 8. juni kl 17 verður allar allarseinast sýning av Revinum við silkiturriklæðinum    Er tú ein av teimum, sum enn ikki hevur sæð leikin, sum síðan juli 2011 hevur ferðast sum alt landið, so er hesin eini… les meira….

“Børn elska góðar søgur” – grein í Sosialinum 17. mars

Skúlin eigur at lata upp fyri nógv størri kreativiteti, sigur rithøvundurin Rakel Helmsdal, sum hetta vikuskiftið sýnir dukkuleikin, Revurin við silkiturriklæðinum í Sjónleikarahúsinum í Havn. Tekstur: Dorit Hansen Uppi undir loftinum skríður ein dreki, á gólvinum spæla tvær stórar kettur, og í kjallaranum niðri undir okkum sita hálvliðnir sjónleikarar og… les meira….

Tvey ummælið av “Revinum” á Facebook!

Í dag skrivar Steinvør Fonn hetta lítla ummælið á Facebook. Her á Karavella Marionett-Teatri eru vit øll so fegin, at vit mugu seta tað á bloggin beinanvegin! Vit takka so ♥ liga fyri!   Steinvør Fonn “Esbern Hansen, Rasmus, Beinta Vang, Durita og Leivur og eg vóru til dukkusjónleikin: “Revurin við… les meira….

Seinastu almennu sýningarnar av Revinum

Í Sjónleikarhúsinum verða hetta vikuskiftið seinastu almennu sýningarnar av fyrsta leikverkinum hjá Karavella Marionett-Teatri.  Her er eitt lítið brot úr leikinum. Myndagóðskan er ikki góð, men betur havi eg tað tíverri ikki enn….   Á Ólavsøku hevði nýstovnaða Karavella Marionett-Teatur frumsýning av leikinum “Revurin við silkiturriklæðinum”. Síðani hevur leikhúsið ferðast… les meira….