Karavellin til Suðuroyar í komandi viku

Tann 24. – 27. februar verður Karavella Marionett-Teatur á turné í Suðuroy. Líka síðani leikhúsið var sett á stovn í 2011, hava trúgvastu stuðlarnir hjá Karavella Marionett-Teatri verið í Suðri. Bæði “Revurin við silkiturriklæðinum” og “Skrímslini” vóru sera væl móttikin og sýningar vóru fleiri staðni í oynni báðar ferðir. Hesaferð… les meira….

Listaleypaturnéein fer á rull fríggjadagin

Fríggjadagin fer leikhúsbilurin Passapartout 3. á turné. Við honum eru eitt leikhús, leikararnir: Lítlibeiggi, Systir, Stóribeiggi, álvagentan Vár, Vetur kongur, arnadrotningin Summar og drekin Heyst og leikhússtjóri og marionettførari Rakel. Listaleypurin, tann stóra verkætlanin hjá Norðurlandahúsinum, Mentamálaráðnum og landsins kommunum, sum syrgir fyri at fáa list og mentan út á… les meira….

Veiða vind í Norðurlandahúsinum leygardagin

Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum: Marionettleikur í Norðurlandahúsinum Verkætlanin Listaleypurin, sum skipar fyri, at skúlar kring landið fáa listafólkavitjan og næmingarnir sleppa at uppliva konsertir, sjónleikir, myndlist og verksmiðjur uttan sjálvi at ferðast, hevur verið ein sólskinssøga. Í dag tekna, í miðal, fýra lærarar sínar næmingar til hvørt tilboð. Tí hevur Norðurlandahúsið… les meira….

Tað gandaða livandi leikhúsið – animatión

Í dag er Karavella Marionett-Teatur komi upp at standa á nýggjum stað, har sum vit skullu spæla um stutta tíð – á gamla Náttúrugripasavninum á Debesartrøð! Her er ein filmur, ella rættari ein myndarøð um uppsetingina. Filmgóðskan er ikki so fantastisk, men vónandi fái eg stundir at gera hann betur… les meira….

Leikhúsið flytur inn – og presentatión av einum annars anonymum leikara

Í dag flutti leikhúsið inn í LISA-húsið í Lucas Debesargøtu, har tað skal vera til fyrstu framførslurnar verða, helst um miðjan juli. Í morgin flyta nýggir leikarar inn og leikstjórin kemur á vitjan.

Leikhúsið flytur út

Nú nærkast 1. venjingardagur av álvara, so Karavella hevur tryggja sær nýtt høli at venja í, har vit sleppa at vera, til framførslurnar vera, – væntandi um Ólavsøkuleitið. Í gjár fluttu vit úr hølinum hjá P/F Poul Hansen á Bryggjubakka, har leikhúsið hevur staðið síðani sýningarnar í januar. Tveir hjálparar… les meira….

Skrímslini leggja ferðaætlanir

Karavella Marionett-Teatur leggur nú ferðaætlanir. Í síðstu viku fóru brøv út til allar skúlar og dagstovnar í landinum við faldara og plakat um leikin, og nú eru bíleggingarnar so smátt farnar at koma inn. 1. sýningin í leikferðini verður nú hósdagin í Dagstovninum í Løkjatúni, og væntandi fara skrímslini suðureftir… les meira….

Revurin á Suðuroyarferð

Sunnudagin 4. mars byrjar Karavella Marionett-Teatur sína áður vegna verkfall útsettu Suðuroyarferð. Tann 4. mars kl. 16 verður almenn sýning á Seglloftinum. Mánadagin og týsdagin verða sýningar fyri dagstovnum, eisini á Seglloftinum og mikudagin verður Revurin við silkiturriklæðinum spældur fyri dagstovnum í Vági. Hósdagin verður sýning í Hvalbia skúla fyri… les meira….

Seinastu sýningarnar av Revinum verða helst í mars

Nú eru sjey mánaðir síðani Revurin við silkiturriklæðinum hevði frumframførslu á Ólavsøku, og tíðin nærkast, tá vit fara undir næsta leik. Hendan mánaðin vóna vit, at øll sum fegin vilja hava okkum at spæla leikin, bíleggja eina sýning, tí helst spæla vit ikki longur enn mánaðin út. Til ber enn… les meira….