Leita / Search
-
Nýggjastu greinarnar / Recent Post
Evni / Categories
Goymsla / Arcive
Category Archives: Turné
Fá eitt leikhús á vitjan
Karavellin á ferð við Listaleypinum – 3. vika
Triðju vikuna skuldu vit bara vera í Eysturoynni.Týsmorgunin fór eg avstað áðrenn kl. 7, so eg rakk til Tofta skúla eitt sindur yvir 8. Tað er nógv longur at koyra enn man heldur! Eisini á Toftum, skuli eg nógvar hæddir upp, men tey høvdu tíbetur lift og ein sera hjálpsaman… les meira….
Karavellin á ferð við Listaleypinum – 2. vika
Næstu vikuna løgdu vit hart út við at fara so langt sum til Vágs.Mánakvøldið fóru vit umborð á Smyril og svóu væl til morgunin eftir, tá vit friðarliga kundu rulla í land á Drelnesi. Í dimmalættingini koyrdu vit spakuliga til Vágs, har vit settu upp og spældu klokkan hálvgun 11.… les meira….
Karavellin á ferð við Listaleypinum – 1. vika

Tann 24. oktober varð karavellin sjósett av álvara: Tann 1. turnéein byrjaði. Leikhúsið hevur fingið stuðul frá Listaleypinum, og fyri hendan stuðulin skulu vit framføra leikin 10 ferð í 9 skúlum. Mánadagin 24. okt fór eg so til Hósvíkar at seta upp. Nú stendur leikhúsið uppi og alt… les meira….
Ferðandi leikhús

Nú er ein góð løta farin, síðani Karavella Marionett-Teatur kom við nøkrum uppdateringum. Sýningarar á Ólavsøku gingu frálíka væl. Fitt av fólki var til sýningarnar, og nógv gramdu seg um, at tey ikki fingu komið um Ólavsøkuna, tí tey vóru burturstødd. Eg lovaði, at eg skuldi hava aðrar almenner sýningar… les meira….
Eitt leikhus verður flutt – 1. partur

Nú verður leikhúsið fyribils flutt oman á Tjóðpallin, har høgligari er hjá teknikarunum at seta ljós og ljóð. Har ar pláss og ein verkstaður, har øll útgerð er tøk. So leygardagin 16. juli tók eg Karavella Marionett-Teatur sundur, koyrdi í bilin og setti upp aftur niðri á Tjóðpallinum. Seinni spældi… les meira….