Tvey ummælið av “Revinum” á Facebook!

Í dag skrivar Steinvør Fonn hetta lítla ummælið á Facebook. Her á Karavella Marionett-Teatri eru vit øll so fegin, at vit mugu seta tað á bloggin beinanvegin! Vit takka so ♥ liga fyri!   Steinvør Fonn “Esbern Hansen, Rasmus, Beinta Vang, Durita og Leivur og eg vóru til dukkusjónleikin: “Revurin við… les meira….

Seinastu almennu sýningarnar av Revinum

Í Sjónleikarhúsinum verða hetta vikuskiftið seinastu almennu sýningarnar av fyrsta leikverkinum hjá Karavella Marionett-Teatri.  Her er eitt lítið brot úr leikinum. Myndagóðskan er ikki góð, men betur havi eg tað tíverri ikki enn….   Á Ólavsøku hevði nýstovnaða Karavella Marionett-Teatur frumsýning av leikinum “Revurin við silkiturriklæðinum”. Síðani hevur leikhúsið ferðast… les meira….

Revurin á Suðuroyarferð

Sunnudagin 4. mars byrjar Karavella Marionett-Teatur sína áður vegna verkfall útsettu Suðuroyarferð. Tann 4. mars kl. 16 verður almenn sýning á Seglloftinum. Mánadagin og týsdagin verða sýningar fyri dagstovnum, eisini á Seglloftinum og mikudagin verður Revurin við silkiturriklæðinum spældur fyri dagstovnum í Vági. Hósdagin verður sýning í Hvalbia skúla fyri… les meira….

Seinastu sýningarnar av Revinum verða helst í mars

Nú eru sjey mánaðir síðani Revurin við silkiturriklæðinum hevði frumframførslu á Ólavsøku, og tíðin nærkast, tá vit fara undir næsta leik. Hendan mánaðin vóna vit, at øll sum fegin vilja hava okkum at spæla leikin, bíleggja eina sýning, tí helst spæla vit ikki longur enn mánaðin út. Til ber enn… les meira….

Fá eitt leikhús á vitjan

Nú Listaleypaturnéein er av, kann Karavella byrja at ferðast til bílagdar sýningar. Hetta brævið er sent til allar skúlar og dagstovnar í landinum.  So bíða vit bara eftir bíleggingum. 5 sýningar eru bílagdar higartil, so tað er bara at skunda sær 🙂