Børn og foreldur í Nólsoy gera dukkuleik / Children and parents make puppet theatre in Nólsoy

Seint í september hevði Nólsoyar skúli leygardagsskúla. Hetta er ein dagur, har skúlabørnini hava foreldrini við í skúla og gera ymiskt skapandi saman. Hendan 29. september var dukkuleikverkstova á skránni. Tey høvdu biðið undirritaðu um at koma og leggja lag á. Húskini arbeiddu saman um hvør sítt ævintýr og burturúr… les meira….

Føroysk høvundavitjan í Letlandi / Faroese Author visits Latvia

Frá vøkru mølheyggunum í Nida fóru vit beina leið til Liepāja í Letlandi. Her fylgir fotofrásøgn frá døgunum í Letlandi. From the beautiful dunes of Nida we traveled directly to Liepāja in Latvia. Here follows some photo reportages of the days in Latvia.

Ein føroyskur høvundur vitjar Litava / A Faroese Author visits Lithuania

Í november í fjør (2017) var eg so heppin at vera boðin á høvundavitjan í Estlandi. Upplivingin var ógloymandi. Bara nakrar krákumánaðir seinni var eg boðin at vitja hini bæði baltalondini. 3. oktober kom eg til Litava. Verkætlanin sum eg var boðin inn gjøgnum eitur Nordic Authors Crossing Borders og er… les meira….

Letland 6. dagur – skrímslaverkstovur / Latvia 6th Day – Monster workshops

So var arbeiðsdagur aftur og saman við Ievu og Sanitu vitjaði eg tvey bókasøvn, har tveir bólkar av børnum vóru komin at hava skrímslaverkstovur. Tað gekk frálíka væl, børnini arbeiddu hugagóð. Nógv áhugaverd skrímsl vóru skapað og tey fingu tey ráðini at fara aftur í skúlan og gera leikir við… les meira….

I write because… – Ungir føroyingar á høvundaskúla í Svøríki

Fyri fjórðu ferð vóru føroyingar bodnir við á spennandi høvundaskúla á vakra norðurlendska skúlanum Biskops Arnö, sum liggur á lítlu oynni við sama navni í stóra vatninum Mälaren í Svøríki, uml. 70 km frá Stockholm. Vit fingið trý pláss í ár og tríggjar ungar gentur teknaðu seg. Tíverri gjørdist ein… les meira….

Høvundamerkstova: Skriva ein “gysara” – At ræðast undir tryggum umstøðum

Tann 26. – 28. februar verður ein høvundaverkstova í skúlanum við Gøtugjógv. Verkstovan er ein av trimum á verkstovum á “Listaskúlin á ferð” í Eysturkommunu, sum er eitt tiltak hjá Listaskúla Føroya. Har vera eisini tvær aðrar verkstovur, so tað verður eitt sindur sum eitt lítið “Ung í Føroyum” fyri ein… les meira….

Nýggjastu skeiðini

17. aug. 2016 Listaskúli Føroya leggur í løtuni heystskrá. Á henni verða eisini onkur skriviskeið. Kunning um hesi kemur skjótt.   ——— Skeiði “Sig søgur, so vit minnast tær”, ið er eitt skeið fyri starvsfólk á dagstovnum og lærarum í innskúlingini, ber til at kunna tykkum eitt sindu um HER og… les meira….

Søgur gera mun

Í gjárkvøldið upplivdi eg, saman við eini 70 øðrum fólkum, at søgur gera mun. Eg helt ein heilt nýggjan fyrilestur fyri 1. ferð og hevði eina frálíka uppliving. Í fleiri dagar frammanundan stúrdi eg illa, meðan eg fyrireikaði fyrilesturin. Mær dámar onki at standa fyri eini fjøld av ókendum fólkum og bara… les meira….

Sig søgur, so vit minnast tær

This gallery contains 23 photos.

Leygardagin 21. mars hevði eg eina sera áhugaverda arbeiðsuppgávu. Eg var biðin at gera eitt skeið fyri starvsfólk á einum barnagarði, ið fegin vildu gerast betur til at siga søgur. Alla vikuna upp undir sólarmyrkingina sat eg við nervum og fyrireikaði skeiði. Hetta er ikki nakað eg beinleiðis hevði gjørt fyrr, ikki… les meira….

650 orð – skriva ein “gysara”

Evni hesaferð er ÓHUGNI! Tú skalt skriva eina 650 orð langa ræðusøgu. Royn ikki at nýta tað vanliga óhugnaliga (øksamordarar, zombiar o.l.), men royn at hugsa um okkurt, sum ikki vanliga verður hugsa sum óhugnaligt. Tað ber væl til at skriva eina heila søgu við so fáum orðum, eisini ein gysara.… les meira….