Sig søgur, so vit minnast tær

This gallery contains 23 photos.

Leygardagin 21. mars hevði eg eina sera áhugaverda arbeiðsuppgávu. Eg var biðin at gera eitt skeið fyri starvsfólk á einum barnagarði, ið fegin vildu gerast betur til at siga søgur. Alla vikuna upp undir sólarmyrkingina sat eg við nervum og fyrireikaði skeiði. Hetta er ikki nakað eg beinleiðis hevði gjørt fyrr, ikki… les meira….

650 orð – skriva ein “gysara”

Evni hesaferð er ÓHUGNI! Tú skalt skriva eina 650 orð langa ræðusøgu. Royn ikki at nýta tað vanliga óhugnaliga (øksamordarar, zombiar o.l.), men royn at hugsa um okkurt, sum ikki vanliga verður hugsa sum óhugnaligt. Tað ber væl til at skriva eina heila søgu við so fáum orðum, eisini ein gysara.… les meira….

Hurðin small harðliga aftanfyri hana…… – “650 orð”

Tátturin 650 orð er nú farin í luftina! Fyrsti tátturin í røðini 650 orð, var í gjár tann 4. september 2014 sendur í útvarpinum. Kári Olsen og Rúni Jákupsson og tykkara útsendi “medarbeiðari” vóru í studio’inum og prátaðu um tað at skriva og tveir sera ymiskir tekstir vóru lisnir upp.… les meira….

“650 orð” í Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar fer í vetur eitt legg út í bókmentaheimin, tann nýskapandi bókmentaheimin! Hetta næsta hálvárið verður tátturin “650 orð” nýtt innslag í sendingini. Hvønn hósdag millum 8 og 9 ber til at hoyra nýskrivaðan tekst eftir føroyskan høvund, og hvørja viku kanst tú gera eina roynd at skriva tekstin,… les meira….

Høvundaverksmiðjan “Kenn tínar persónar sum tínar bestu vinir” – útsett til í heyst

LivaSkriva 2-høvundaskeiði, sum skuldi verið her í juli, varð útsett, tí ov fá teknaðu seg. Har var heilt fitt av fólki, sum segði, at tey fegin vildu á skeiði, men at hetta vikuskiftið tíverri var upptikið. Tað letur til, at fólk hava nógv at gera um summar í Føroyum 🙂… les meira….

Kenn tínar persónar, sum tínar bestu vinir

Rói og eg hava nú lagt skrá fyri spennandi vikuskiftið, sum verður á Føroya Listaháskúla tann 11. til 13. juli. Enn er skeiði ikki fullteknað, so tú sum brennur eftir at skriva frálíkar søgur, har persónarnir eru so livandi, at lesarar tínir minnast teir restina av lívinum, kanst enn skunda… les meira….

Skráin fyri “Kava í minnisdýpið”

Petur og eg hava lagt eina skrá fyri spennandi vikuskiftið sum verður fyri framman á Føroya Listaháskúla. 14 luttakara hava teknað seg til skeiði, og vit eru bæði fegin og eitt sindur rødd um at skulla inspirera so dugnalig fólk. Skráin sær nøkunlunda soleiðis út. Møguleiki verður fyri at læra seg… les meira….

2. dagur á Suðuroyarturné: leikur og skriving í Hvalba

Á øðrum og triðja degi í Suðri stóð Hvalba á skránni. Tíðliga í morgni kom eg til Hvalbiar skúla og setti leikhúsið upp. Eftir sýningina, hevði eg fyrstu helvt av skrivikeiði saman við 7., 8. og 9. flokki. Tey vóru áhugað og ágrýtin, so tað var stuttligt at arbeiða saman… les meira….