Tríggjar bøkur góðkendar á forlagnum / Three books approved by the publisher

Góð tíðindi eigur man ikki at liggja á, tí kanska onkur annar eisini heldur tað vera góð tíðindi. Seinasta mánaðin havi eg fingið tey gleðiligu boð, at báðar bøkurnar, sum eg sendi forlagnum hjá mær, Bókadeildini, beint fyri ársskiftið, eru góðkendar til útgávu. Sjálvandi skulu tær nú gjøgnumarbeiðast, men tað… les meira….

Vitjið skrímslini / Visit the Monsters

Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eru komin til Føroyar og eru í ferð við at seta heim síni upp í Norðurlandahúsinum, so tit øll kunnu støkka inn á gólvið hjá teimum. Har kanst tú spæla, tekna, klintra og lesa bøkur saman við teimum. Ert tú barn ella hevur børn ella… les meira….

Skrímslatíðindi – Skrímslaferð og bókamessa

Fleiri gomul tíðindi: Tú gerst ikki rithøvundur, tí tú væntar tær at gerast ríkur. Tú verður rithøvundur, tí tú bara mást sleppa at siga søgur, hóast tú nærum onki fært fyri tað. Forleggjarar, prentarar, bókhandlarar og onnur, sum eru um bøkurnar, eftir at vit hava skrivað tær, fáa øll sína… les meira….

Skrímslatíðindi – Skrímslating

Skrímslabøkurnar eru nú á 16 málum og kundu fyri so vítt langt síðani verið disneyficeraðar við eini rúgvu av skrímsla”mercendice”. Hetta hava vit høvundar og teknari tó ikki givið loyvi til, hóast kinesiska forlagið fegin vildi sleppa at gera bæði krúss og alt møguligt annað. Tað var jú ikki ætlanin,… les meira….

Skrímslatíðindi – ummæli í 2015

Her eru nøkur ummæli, sum eru komin um skrímslabøkurnar í 2015: HER hevur skrímslateknari Áslaug samla nøkur ummæli úr Spania, Litava og Ukraina. Ukrainska ummæli er tó av svensku útgávuni, enn hava vit ikki nakra skrímslabók á ukrainskum. Úr Litava skriva tey m.a.: Apie iliustracijas dera pakalbėti atskirai. Jos tipiškai minimalistinio… les meira….

Skrímslatíðindini – Nýggjar útgávur – skjótt á 17 málum

Skrímslini á tjekkiskum Skrímslini eru dugnalig at læra seg nýggj mál. Fyrradagin kom bókasámmálin til tjekkisku útgávuna við postinum. Tjekkiskt er 17 málið skrímslini fara at práta. Skrímslini á arabiskum Í 2015 legðist eisini eitt nýtt mál afturat listanum, tá 5 skrímslabøkur komu út á arabiskum. Tvær arabiskar útgávur afturat eru… les meira….

Skrímslatíðindi – Skrímslaheiður

Hetta eru eitt sindur gomul tíðindi, men betur at góð tíðindi vera søgd seint, enn ongantíð: Skrímslakiskan tilnevnd á IBBY heiðurslistanum 2016 Áslaug Jónsdóttir, skrímslahøvundur og -teknari er tilnevnd vegna Ísland fyri myndirnar í Skrímslakiskuni. Her er ein lýsing av IBBY heiðurslistanum: “The IBBY Honour List is a biennial selection… les meira….

Skrímslatíðindi – Heima hjá skrímslunum

Stórsta skrímslahendingin í 2015 er uttan samanbering stórsligna interaktiva skrímslaframsýnginin í Gerðubergi menningarhúsið í Reykjavík, sum lat upp í oktober. Skrímslahøvundur og – teknari Áslaug Jónsdóttir stóð fyri henni saman við starvsfólkum í Gerðubergi. Framsýningin er og ber heiti Heima hjá skrímslunum. HER eru nakrar stuttligar myndir frá framleiðsluni av framsýningini.… les meira….

Arabisk skrímsl

Stóra og lítla skrímsl tosað higartil 15 mál, men nú kemur tað 16! Skrímslahøvundur og -teknari Áslaug Jónsdóttir er júst afturkomin av bókamessu í Abu Dhabi og har vóru tey so fegin um hana og bøkur hennara, at tað hevur drippa á deknin (Kalla og Rakel): Forlagið HUDHUD í Dubai… les meira….

Skrímslatíðindi: Ummæli, E-bøkur og heiður

Áslaug, skrímslahøvundur og -teknari, hevur verið sera fim finna skrímslatilfar úti í stóru verð. Her er ein samandráttur av ymsum bloggum um skrímslini, sum hon hevur lagt út seinastu dagarnar: Kring um í heiminum, hevur ymiskt áhugavert verið at lisið um nýggju Skrímslakiskuna og onkrar av teimum nýggju skrímslaumsetingunum: Nýtt úr Íslandi:… les meira….