Klandursskrímsl innstillað til nýggju norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina

Í gjár komu gleðiligu boðini um, at Klandursskrímsl eftir Áslaug Jónsdóttir, Rakel Helmsdal og Kalle Güettler er innstilla til ta stóru nýggju barna- og ungdómsbókmentavirðislønina hjá norðurlendska ráðharraráðnum. Tað er Ísland, sum hevur innstilla bókina. Fyri Føroyar var bókin “Skriva í sandin” hjá Marjun S. Kjelnæs innstillað. Sostatt eru ikki… les meira….

Verðulig skrímsl

Í januar vóru heilar 17 sýningar av leikinum “Skrímslini” av skrímslunum fyri barnagørðum, frítíðarskúlum og skúlum. Í hugnaliga pinkuleikhúsinum undir Bryggjubakka 3 hava ein ørgrynna av børnum hugna sær saman við lítla og Stóra Skrímsli. Øll vóru ikki samd í, um skrímslini nú vóru dukkur ella um tey vóru verulig,… les meira….

Skrímslini undir Bryggjubakka – 2. partur

Jólini vóru vøkur og hugnalig: Leita eftir vættrapakkum jólaaftansmorgun Klarinetttrioin handan Á Gott nýggjár!!!! Jóladag á Húsareyni Men tá jólini vóru av, var neyðugt at fara til arbeiðis aftur. Karavella hevði ongar bíleggingar fyri framman, so spurningurin var, um “Skrímslini” vóru liðugtspæld ella um eg skuldi gera onkra kampagnu fyri… les meira….

Skrímslini undir Bryggjubakka

Beint fyri 1. desember var leikhúsið sett upp í “Yvirhúsinum”, ella tað noyðist man væl at kalla eitt hølið, sum liggur yvir Undirhúsinum, ella hvat? 🙂 Undir Bryggjubakka 3 er stóra gula húsið hjá Poul Hansen, sum er partur av Bryggjubakkahúsunum, okkara lokala “Bryggen”. Undir Bryggjubakka var á jólum, ella… les meira….

Skrímslini leggja ferðaætlanir

Karavella Marionett-Teatur leggur nú ferðaætlanir. Í síðstu viku fóru brøv út til allar skúlar og dagstovnar í landinum við faldara og plakat um leikin, og nú eru bíleggingarnar so smátt farnar at koma inn. 1. sýningin í leikferðini verður nú hósdagin í Dagstovninum í Løkjatúni, og væntandi fara skrímslini suðureftir… les meira….

Fleiri sýningar av Skrímslunum

Upp undir Ólavsøku hevði leikurin “Skrímslini” hjá Karavella Marionett-Teatri frumsýning í Sjónleikarhúsinum. Tá vóru seks sýningar fyri fullum húsum, men tíverri steðgaðu sýningarnar vegna forfall. Nú um vikuskiftið verður leikurin uppafturtikin, hesaferð á Tjóðpallinum. Sýningarnar verða leygardagin 11. august kl. 15 og 17 og sunnudagin 12. august kl. 15 og… les meira….

Ummæli: Karavella Marionett-teatur við “Skrímslunum”

Týsdagin 26 juli 2012 Gunnvá Zachariasen skrivaði á Listablogginum Eg var í gjár til dukkusjónleik. Karavella Marionett-teatur hjá Rakel Helmsdal. Leikurin var “Skrímslini”. Og eg fekk í løtum hasa kensluna, at magiin og poesiin stendur út í rúmið og at hendan verðin hjá báðu Skrímslunum er alt, sum er til. Tí… les meira….