2. day – Regn og vill listafólk / 2nd Day – Rain and wild artists

Annar Letlands dagurin var eisini frídagur. Vit vóru túr við guide í oysandi regni (men ongum vindi) í Liepaja og í biograf um kvøldið og hugdu at einum nýggjum, frálíka stuttligum letlandskum filmi, Homo Novus, um vill listafólk í Riga í 30’unum. The second day in Latvia was also a… les meira….

Vakur filmur um pápa mín / A beautyful film about my father

Í dag gav felagsskapurin Green Renaissance út ein vakran lítlan heimildarfilm um pápa mín. Green Renaissance er ein almannagagnligur felagsskapur, sum ger heimildarfilmar um fólk kring allan heim. Felags fyri fólkini, tey velja, er, at hetta eru eldhugaði menniskju, sum hava nakað at siga á onkran hátt. Hetta er filmurin um Ole… les meira….

Ein føroyskur høvundur vitjar Litava / A Faroese Author visits Lithuania

Í november í fjør (2017) var eg so heppin at vera boðin á høvundavitjan í Estlandi. Upplivingin var ógloymandi. Bara nakrar krákumánaðir seinni var eg boðin at vitja hini bæði baltalondini. 3. oktober kom eg til Litava. Verkætlanin sum eg var boðin inn gjøgnum eitur Nordic Authors Crossing Borders og er… les meira….

Hendingarríku løturnar hjá Milju Aura/Milja Auras Eventful Moments

Tann 19. september kom stuttsøgusavnið Miljuløtur út alment. Hetta hendi á hugnaligari bókaløtu á Sunda Bókasavni í samband við Mentanarviku í Sunda kommunu.             Nógv børn vóru komin at lurtað, tá høvundurin læs upp úr løtunum hjá Milju Aura.  Forlagið sigur um bókina: “Bókin er… les meira….

Neyðars skrímsl vunnið heiður í Íslandi

Í gjárskvøldið var almannakunngjørt, at Neyðars skrímsl (á íslendskum: Skrímsli í vanda) vann íslendsku barnabókaheiðurslønina í ár! Undirritaða hevði tíverri ikki møguleika at vera á staðnum til hátíðarhaldið, men hinir báðir høvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, høvundur og teknari og Kalle Güettler, høvundur, vóru á staðnum. Sjálvandi harmiligt at missa møguleikan fyri… les meira….

Östanbäck – eitt protestaniskt klostur í Svøríki

Vestanfyri Sala í Svøríki liggur eitt rættiliga serstakt stað. Inni í skóginum er brádliga ein vøkur oasa við reyðum bygninum og gróðrarmiklum urtagørðum. Ein stórur bygningur, har tað enn stendur Skola á, hóast tað er langt síðani børn vóru her, vakstarhús og fleiri smærri bygninger og so sum nakað heilt serligt:… les meira….

I write because… – Ungir føroyingar á høvundaskúla í Svøríki

Fyri fjórðu ferð vóru føroyingar bodnir við á spennandi høvundaskúla á vakra norðurlendska skúlanum Biskops Arnö, sum liggur á lítlu oynni við sama navni í stóra vatninum Mälaren í Svøríki, uml. 70 km frá Stockholm. Vit fingið trý pláss í ár og tríggjar ungar gentur teknaðu seg. Tíverri gjørdist ein… les meira….

Karavella Marionett-Teatur á Suðuroyar-turné við tveimum leikum

Karavella Marionett-Teatur hevur nú tveir leikir á skránni: “Dansa so væl og leingi“, sum er leikur fyri vaksin og børn, ið tíma at lurta. Hann verður leiktur í stóra ferðandi leikhúsinum, við marionettum. Les meir um leikin HER. Hin leikurin er “Skrímslalív“, fyri børn og barnligar sálir í øllum aldrum,… les meira….

Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri

30. apríl var frumsýning av 5. leikinum hjá Karavella Marionett-Teatri: Skrímslalív. Sýningin var í Norðurlandahúsinum í samband við at stóra samvirkna skrímslaframsýningin hjá Áslaug Jónsdóttir: Heima hjá Skrímslunum var í Norðurlandahúsinum. Leikurin er yvir fýra av vældámdu skrímslabókunum eftir Rakel Helmsdal, Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler, Skrímslavitjan, Klandursskrímsl, Skrímslakiskan og… les meira….

Hon, sum róði til Helsinki / She rowed to Helsinki

So sleppi eg endiliga at siga tað! “Hon, sum róði eftir ælaboganum” er tilnevnd til Barna- og ungdómsbókamentaviðriðsløn Norðurlandaráðsins! Fyri nøkrum vikum síðani fekk eg eina ógvuliga hemmiliga telefonuppringing, sum segði mær gleðiboðini, men eg mátti ONGUM siga frá, slett ongum!  Eg havi hildið mær síðan, ella næstan, maður og… les meira….