Hon sum róði eftir ælaboganum, nú á 4 málum / She Rowed after the Rainbow, now in 4 languages

Skaldsøgan Hon, sum róði eftir ælaboganum kom út í 2014. Í tvey ár var hon púra ósjónlig, inntil hon knappliga byrjaði at fáa ummæli og síðani tilnevningar til tvær stórar viðrislønir, og síðani vann tað einu: Barna- og ungdómsbókmentaviðrisløn Útnorðurs í 2016. Eftir hetta fekk hon fleiri ummæli og síðani… les meira….

Bókajólagávuhugskot 2022

Nú hava vit 13. desember og eg ivist ikki í, at fleiri ganga og klóra sær í nakkanum og vita ikki, hvørja gávu tey skulu geva sínum kæru. Her eru nøkur hugskot til gávur, sum fara at geva nógvar tímar av undirhaldi og um tit njóta tær saman, eisini nógvar… les meira….

Ung filmsfólk vunnu filmkapping

Onkuntíð eru míni tíðindi her ikki um mítt listarliga arbeiði, sum t.d. í dag, har eg onki eigi í heiðrinum uttan tað at vera ein errin mamma. Í síðstu viku vann yngsti sonur mín, Sirius Jógvansson Helmsdal, saman við vinfólkið filmkappingina hjá Nám um heimsmálini. Tey ganga á filmsbreytini í… les meira….

Hvar eru Sunny og Súni? – Where are Sunny and Súni?

10. desember var hendan søgan at lesa í Mín jólabók 2022: Hvar er Sunny Súni? er ein søga um vinarlag millum ymsar aldrar og um minnissvik (demens). Hon fyrigongur í ellisheiminum Í Skýmingini, sum eg havi skrivað fleiri søgur um, onkur útgivin, fleiri fara at koma. Myndirnar eru eisini mína,… les meira….

Nýggj og gomul skrímsl í Danmark – New and old monster in Denmark

Skrímslabøkurnar hjá Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og mær eru vælumtóktar um allan heim og tað hendir bæði at nýggja útgávur verða týddar og at eldri útgávur verða endurútgivnar. Í ár gav forlagið Vild Maskine, sum yvirtók nógvar bøkur tá Forlaget Torgard gavst, út 4 skrímslabøkur, tvær nýútgávur á donskum og… les meira….

Skrímsl í Japan / Monsters in Japan

lítla skrímsl og Stóra Skrímsl halda á við síni ferð út í verð. Í ár eru tvær skrímslabøkur komnar út í Japan, á forlagnum Yugi Shobou í Tokyo. おおきいかいぶつは なかないぞ (Stór skrímsl gráta ikki) kom í juni og まっくらやみのかいぶつ (Myrkaskrímsl) er júst útkomin. Vit høvundar, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og… les meira….

Tvær ekfrasur / Two Ekphrasis

Varðin er komin og í honum eru tveir nýggjir tekstir hjá mær, yrkingin Út hinumegin og stuttsøgan Havsbrúgvin. Báðir tekstirnir eru skrivaðir eftir visuellum listaverkum, eg havi gjørt seinasta hálva árið, tí ber kanska til at kalla tekstirnar ekfrasur. Stuttsøgan Havsbrúgvin er um dreymskipið Havsbúgvan, sum eg gjørdi til Várframsýningina… les meira….

Varðin er komin!

Í 2020 tóku Sanna Klein, Sanna Andrassdóttir Dahl og eg við ritstjórastavninum á Mentanarritinum Varðanum eftir Dorit Hansen, sum hevði fingið árini fyri hevði fingið gamla mentanartíðarritið upp til eitt nútímast, dygdargott mentanarrit. Hetta var ein spennandi, men stór uppgáva og tað var við bivandi hjarta at vit fóru undir… les meira….

Handanhav – listaframsýning í Gallarí Havnará

10. november lat eg upp mína fyrstu sololistaframsýning. Eg var so heppin at sleppa at hava hana í vakra nýggja Gallarí Havnará. Á framsýningini vóru skulpturell listaverk og cyanotypiprent. Heilt fitt av fólkið vitjaði framsýningina. Her eru myndirnar, sum Gwenaël Akira Helmsdal Carré tók á ferniseringini. Eileen Vang tók eisini… les meira….

Fyrstikkvesenes dikt – eitt samstarv

Á summri 2021 varð eg boðin á seminar hjá Norðurlandaráðnum: “PÅ TVÆRS AF NORDEN 3- Social holdbarhed i nordisk børne- og ungdomslitteratur” kallaðist tað. Tað var hildið í Rundsted í Danmark og høvundar, illustratorar og granskarar úr øllum Norðurlondum vóru til staðar. Høvundarnir vóru ella høvdu øll verið tilnevnd Barna-… les meira….