Hon, sum róði eftir ælaboganum – tilnevnd Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir

Seint tí desember kom hesi gleðilig tíðindini: Føroyska nevndin, sum tilnevnir til Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir hevur valt at tilnevna ungdómsbókina Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal til virðislønina í 2016. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út. Hetta er áttanda ferðin, at tríggjar bøkur verða tilnevndar til… les meira….

Tillukku Bárður!

Beint sum eg sat og ynskti Barbro Lindgren tillukku við ALMA, komu boðini um, at Bárður Oskarsson og Flata kaninin eru innstilla til Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins, sum Klandursskrímsl og Skriva í sandin vóru í fjør. Hjartaliga tillukku, Bárður, vóni tú vinnur 🙂 At flata kaninin júst er vald til at… les meira….

Tillukku Barbro!

Í gjár var vinnarin av ársins ALMA-virðisløn avdúkað. Tað gjørdist svenski høvundurin Barbro Lindgren. Í heimasíðuni hjá Bókadeildini skriva tey m.a. hetta um hana: Barbro Lindgren er fødd í 1937 og er sera kendur rithøvundur. Hon hevur skrivað yvir hundrað bøkur og er týdd til meiri enn tretivu mál. Fyrsta… les meira….

Á lista saman við hetjum

Eftir bókamessuna í Frankfurt í oktober 2013 var kunngjørt á Facebook-síðuni hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags: “Stór tíðindi! RAKEL HELMSDAL ER Í UPPSKOTI TIL ALMA_PRÍSIN! Hvørt ár á bókamessuni verður listin við rithøvundum almannakunngjørdur, og beint nú er tíðindaskriv komið frá stovninum um, hvør er í uppskoti.” Eg fekk bæði andaneyð… les meira….