“Hon, sum róði eftir ælaboganum” á IBBY Honor List 2016

 Hon, sum róði eftir ælaboganum kann sigast at hava undanvind. Onkuntíð er tað, sum um góð tíðindi koma í herindum. Fyri jól fekk eg boð um, at “Hon, sum róði eftir ælaboganum” var innstilla til Barna- og ungdomsbókaheiðursløn Útnorðurráðsins og bara tvær vikur undan hesum hevði eg fingið innbjóðan til… les meira….

Hon, sum róði eftir ælaboganum – tilnevnd Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir

Seint tí desember kom hesi gleðilig tíðindini: Føroyska nevndin, sum tilnevnir til Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir hevur valt at tilnevna ungdómsbókina Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal til virðislønina í 2016. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út. Hetta er áttanda ferðin, at tríggjar bøkur verða tilnevndar til… les meira….

Skrímslatíðindi: Ummæli, E-bøkur og heiður

Áslaug, skrímslahøvundur og -teknari, hevur verið sera fim finna skrímslatilfar úti í stóru verð. Her er ein samandráttur av ymsum bloggum um skrímslini, sum hon hevur lagt út seinastu dagarnar: Kring um í heiminum, hevur ymiskt áhugavert verið at lisið um nýggju Skrímslakiskuna og onkrar av teimum nýggju skrímslaumsetingunum: Nýtt úr Íslandi:… les meira….

Skrímslakiskan fær rós og stjørnur

Skrímslakiskan, sum kemur út seinni í hesum mánaðinum, á Bókadøgunum hjá Rithøvundafelagnum, er longu komin bæði á svenskum í íslendskum fyri einum mánaði síðani. Í Svøríki hevus hon longu fingið onkur ummæli: Í blaðnum Skånskan skrivar Eva Emmelin í greinini “Kunskap vs fantasi”, hetta um Monsterkatten: “I Monsterkatten av Kalle… les meira….

Fleirmælt sponsk skrímsl

Í síðstu viku fekk eg ein áhugaverdan pakka. Í honum vóru tvær bøkur á fýra málum, og tað sera áhugaverda við hesum var, at hetta vóru fýra mál nýtt í einum og sama landi: Spania. “Nei, segði lítla skrímsl” og “Stór skrímsl gráta ikki” hava verið til á ríkissponskum í… les meira….

Samrøða í Mentanarkaféini

Hósdagin 27. mars hevði Suni Merkistein eina samrøðu við meg í Mentanarkaféini í Norðurlandahúsinum. At tað skuldi útvarpast, visti eg, men lítið vardi tað meg, at hetta eisini skuldi sjónvarpast. Av tí at eg ikki havi sjónvarp, havi eg ikki sæð hetta, men síggi nú, at tað er lagt út… les meira….

Hon, sum róði eftir ælaboganum í In Mente

Tá bókaframløgan var í Gamla Bókhandli tann 19. mars, var Gunnar Nolsøe úr Kringvarpinum á gátt og gjørdi eina samrøðu. Hendan samrøðan var send í útvarpinum týsdagin tann 25. mars. HER er sendingin. Samrøðan byrjar 46:21 min. inni í sendingini. Her eru aðrir bloggar um bókina: Nýggj føroysk skaldsøga løgd… les meira….

Tillukku Bárður!

Beint sum eg sat og ynskti Barbro Lindgren tillukku við ALMA, komu boðini um, at Bárður Oskarsson og Flata kaninin eru innstilla til Barna- og ungdómsheiðursløn Norðurlandaráðsins, sum Klandursskrímsl og Skriva í sandin vóru í fjør. Hjartaliga tillukku, Bárður, vóni tú vinnur 🙂 At flata kaninin júst er vald til at… les meira….

Tillukku Barbro!

Í gjár var vinnarin av ársins ALMA-virðisløn avdúkað. Tað gjørdist svenski høvundurin Barbro Lindgren. Í heimasíðuni hjá Bókadeildini skriva tey m.a. hetta um hana: Barbro Lindgren er fødd í 1937 og er sera kendur rithøvundur. Hon hevur skrivað yvir hundrað bøkur og er týdd til meiri enn tretivu mál. Fyrsta… les meira….

Nýggj føroysk skaldsøga løgd fram í gamlari stovu

Í tí oysandi regninum mikudagin tann 19. mars var heitt og fjálgt í hugnaligu stovuni hjá H.N. Jacobsens Bókhandli. Stovuna kenna ikki øll, tí hon liggur aftanfyri handilin og er ein sonn perla. Tað kenst sum at traðka inn í eina aðra tíð, har tað var viðtikið at vera vakurt… les meira….