Sig okkum søguna um hesa myndina – “650 orð”

So vóru 650 sera áhugeverd orð lisin í Góðan morgun, Føroyar í morgun. Teksturin “Maturin er klárur” eftir Simonu Midjord var tann eg valdi út millum teir heili 31 tekstirnar, sum komu inn til evni: “Hurðin small harðliga aftanfyri hana”. Nógvir av tekstunum vóru góðir, ongin var vánaligur, nógvir vóru forvitnisligir… les meira….

Hurðin small harðliga aftanfyri hana…… – “650 orð”

Tátturin 650 orð er nú farin í luftina! Fyrsti tátturin í røðini 650 orð, var í gjár tann 4. september 2014 sendur í útvarpinum. Kári Olsen og Rúni Jákupsson og tykkara útsendi “medarbeiðari” vóru í studio’inum og prátaðu um tað at skriva og tveir sera ymiskir tekstir vóru lisnir upp.… les meira….

“650 orð” í Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar fer í vetur eitt legg út í bókmentaheimin, tann nýskapandi bókmentaheimin! Hetta næsta hálvárið verður tátturin “650 orð” nýtt innslag í sendingini. Hvønn hósdag millum 8 og 9 ber til at hoyra nýskrivaðan tekst eftir føroyskan høvund, og hvørja viku kanst tú gera eina roynd at skriva tekstin,… les meira….

Høvundaverksmiðjan “Kenn tínar persónar sum tínar bestu vinir” – útsett til í heyst

LivaSkriva 2-høvundaskeiði, sum skuldi verið her í juli, varð útsett, tí ov fá teknaðu seg. Har var heilt fitt av fólki, sum segði, at tey fegin vildu á skeiði, men at hetta vikuskiftið tíverri var upptikið. Tað letur til, at fólk hava nógv at gera um summar í Føroyum 🙂… les meira….

Kenn tínar persónar, sum tínar bestu vinir

Rói og eg hava nú lagt skrá fyri spennandi vikuskiftið, sum verður á Føroya Listaháskúla tann 11. til 13. juli. Enn er skeiði ikki fullteknað, so tú sum brennur eftir at skriva frálíkar søgur, har persónarnir eru so livandi, at lesarar tínir minnast teir restina av lívinum, kanst enn skunda… les meira….

Kom og les – fyrireikingin

“Kom og les”  og skrivikappingin vóru tvær síður av somu søk. Vekætlaninar vóru í fleiri pørtum: Skrivikappingin fyri 9. flokkar: Skriviskeið fyri lærarar Kveikingardagur fyri 9. flokkar í Norðurlandahúsinum við 5 føroyskum høvundum Skrivikappingin við evninum Gluggi fyri 9. flokkar Bókaútgávan “Gluggi”, tekstasavn frá skrivikappingini Kom og les – Barna-… les meira….

Kom og les – upprunin

1. hendingin: Í 2011 vóru skrímslahøvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og yours truely, bodnir til Álands at vera við á teirra Barnens- og ungdommens Litteraturdagar. Endamálsorðingin fyri hesa verkætlan er hendan: “Grundtanken är att alla skolor, allt från de största skolorna i Mariehamn till de minsta skolorna i skärgårdskommunerna skall… les meira….

Kom og les – seinastu dagar at vitja Bókahúsið

This gallery contains 25 photos.

Spennandi bókmentainstallatiónin Bókahúsið hjá Sámali Blak er bert uppi fáar dagar afturat. Her eru nakrar myndir frá henni. Skundi tykkum niðan áðrenn hon verður tikin niður!! Hesir høvundar, myndprýðarar og bøkur eru umboðaði í Bókahúsinum: Aase Bømler Olsen – høvundur og myndprýðari: Mira mús og Milo, Bei, Bei lítli vinur… les meira….