Kom og les – høvundar og sjónleikarar vitja skúlar

Mánadagin fara fyrstu høvundarnir og sjónleikararnir út á skúlar í øllum landinum at geva børnum og ungum ein bókauppliving. Tey ferðast alla vikuna og røkka um alt landið, úr Viðareiði suður í Vág. Høvundarnir, sum koma út at vitja eru: Aase Bømler, Bergur Rasmussen, Helle Thede Johansen, Ingun Christensen, Marjun S. Kjelnæs,… les meira….

Kom og les – Bókahúsið

Sunnudagin 6. apríl byrjar nakað heilt nýtt og spennandi!! Fyrsti barna og ungdomsbókafestivalurin Kom & les verður settur við spennandi framsýning í Norðurlandahúsinum. Tað er listamaðurin Sámal Blak sum hevur gjørt eitt Bókahús: eitt rúm, har alt sum er í einum vanligum hús er til staðar, men eisini ein rúgva… les meira….

“Orð & litir” – Listaleypurin í Mentamálaráðnum

Tá tú setir ymsar skapandi listagreinar saman, kann tað mest óvæntaða henda. Tá tú skrivar, spælir tú tær við orð, setir tey saman á ymiskan hátt, og fært tey at siga nógv meira, enn tað einstaka orðið ger. Hetta hendir eisini, tá tú spælir tær við litir, skap og tilfar. Saman… les meira….

Skráin fyri “Kava í minnisdýpið”

Petur og eg hava lagt eina skrá fyri spennandi vikuskiftið sum verður fyri framman á Føroya Listaháskúla. 14 luttakara hava teknað seg til skeiði, og vit eru bæði fegin og eitt sindur rødd um at skulla inspirera so dugnalig fólk. Skráin sær nøkunlunda soleiðis út. Møguleiki verður fyri at læra seg… les meira….

Høvundar vitja allastaðni í landinum

Í dag er seinasta freist hjá skúlum runt alt landið at tekna seg til at fáa ein føroyskan høvunda ella ein sjónleikara á vitjan í viku 14. Hetta er ein verkætlan, sum er partur av barna- og ungdómsbókafestivalinum Kom og les. Eg havi sitið í arbeiðsbólkinum fyri Rithøvundafelagið og var… les meira….

Høvundaverksmiðjan “Kava í minnisdýpið” á Listaskúla Føroya

21. til 23. mars verður nýtt skriviskeið á Listaskúla Føroya. Arbeiðssetningurin á hesum fyrsta skeiðnum er: Kava niður í minnisdýpið og skriva teg upp aftur Leiðarar á skeiðnum verða Petur Pólsson og Rakel Helmsdal, rithøvundar. Umframt tey, kemur onkur áhugaverdur gestur á gátt at víðka um og leggja afturat evninum. Hesa… les meira….

Tey fantastisku ungu í Føroyum

Mitt í november var tólvta Ung í Føroyum-stevnan. Upprunin til fyrstu stevnuna í 2001 er hesin: Í 1999 vóru Hedvig Westerlund-Kapnas og eg ferðaleiðarar v.m. hjá bólki av ungum føroyskum listafólkum, sum tóku lut í Ung i Norden-stevnuni í Borgå í Finlandi, saman við ungum úr øllum Norðurlondum. Vit varnaðust,… les meira….