Dansa so væl og leingi – fyrbils útsettur

2015-04-17  104232Onkur hevur kanska undrast á, at frumsýningin av nýggja marionettleikinum Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri enn ikki hevur verið. Boða var frá, at venjingarnar vóru farnar í gongd, men tíverri fekk leikstjórin forfall júst eftir hesi tíðindi vóru farin út og síðani er stutt sagt næstan onki hent í leikhúsinum.
Tí er betur at boða frá, at venjingarnar og tí frumsýningin eru útsett til í heyst. Leikarar og marionettførari gleða seg at koma í gongd aftur.
Gott summar frá okkum á Karavella Marionett-Teatri.

Tagged , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.