Dansa so væl og leingi í Tilhaldskjallaranum á Ólavsøku

Tíðindaskriv:

Clip0014.00_23_10_27

Marionettleikurin Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri verður aftur at síggja á Ólavsøku. Seks sýningar verða í kjallaranum hjá Tilhaldinum, gróthúsið í Grasagarði, tann 27., 28. og 29. juli kl. 15 og 17.

Dansa so væl og leingi er ein lívssøga um menniskju við eini passión. Ein søga um lívið og listina, um vinarlag, longsul, um at fylgja sínum dreymi, hóast hann tykist ein marra viðhvørt. Um at fara avstað og koma aftur. Um kærleika, dirvi, sakn og tráan og kanska finna eydnuna, hóast alt.

Leikurin hevði frumsýning í Norðurlandahúsinum í apríl og hevði tá tvær almennar sýningar. Leikurin fekk sera góð ummæli:

Hanna Jensen, løgtingskvinna skrivaði: ”Innihaldsliga er leikurin sum eitt ævintýr, men tó eisini sum ein modernaður tekstur, har dulvitskan fær rúm gjøgnum dreym og tann visuelli tvídráttur millum dukkurnar elur fram ímyndan um nýggjan prosatekst. Evnini, ið verða viðgjørd, eru tey heilt stóru: kall, dreymur, varandi kærleiki, útlongsul og heimlongsul, men eisini trivnaður, list í samfelagnum, fjølbroytt samfelag, tað globala sett upp ímóti tí lokala v.m. Sum ævintýrið, er leikurin bygdur á frymilin heima-úti-heima – heima er í nærumhvørvinum (í Føroyum?) og úti er í París.”

Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, skrivaði: “Eitt er handverkið – dukkurnar og pallurin, sum Rakel hevur evnað til. Eg hugsaði, altso hatta kann bert ein gera, sum hevur gingið á dukkumakaraskúla í fleiri ár og hevur arbeitt innan hetta serstaka yrki í rúma tíð. Eitt brá út til okkum, niður á gólv og so út aftur og tú fórt ígjøgnum sera, sera nógvar og samansettar kenslur innan 1-2-3 sekund. Og tað helt seg allan leikin ígjøgnum.”

Rakel Helmsdal hevur skrivað leikin, gjørt dukkur og pall og er marionett-førari. Hedvig Westerlund-Kapnas er leikstjóri.
Leikhúsið hevur hesa Ólavsøkuna fingið innivist í hugnaliga kjallaranum í vakra gamla gróthúsinum í Grasagarði, har Tilhaldið er. Inngongd er úr Grasagarði. Leikurin er serliga væl egnaður hjá ommum og abbum saman við sínum børnum og barnabørnum.

Atgongumerki à 100 kr kunnu bíleggjast á tlf. 216596 ella rakel.helmsdal@gmail.com ella keypast við hurðina ein tíma undan sýning.
Tíverri kann ikki gjaldast við korti.

plakat_Ólavsøka_web

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *